Miðalprísurin lá niðanfyri 10 krónur fyri kilo

Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya var lágur við søluna seinasta fríggjadag

Marknaður

Ein orsøk til lága prísin á Fiskamarknaði Føroya seinasta fríggjadag var, at góð 44 tons vóru av gulllaksi, sum fóru fyri 5, 41 krónur fyri kilo. Hetta er ikki lágur gulllaksaprísur, men kortini hálar sølan av gulllaksinum miðalprísin niður.
Tað var ísfiskatrolarin Vestmenningur, sum er skrásettur at selja gulllaksin. Fiskurin er veiddur í mai mánaði í fjør. Gulllaksurin hevur ligið frystur, og verður nú helst útfluttur óvirkaður.

Toskur og hýsa
Størstu einstøku nøgdirnar á marknaðinum fríggjadagin vóru annars toskur 3 og 4. Talan var um tilsamans 64 tons, sum fóru fyri ávikavist 13, 10 og 9,50 krónur í miðal fyri kilo.
Eini 30 tons vóru av hýsu, og besti miðalprísurin á hýsu var 11,10 krónur krónur fyri kilo.
30 tons vóru eisini av longu, og her var besti miðalprísur 11,14 krónur fyri kilo.
Fiskamarknaður Føroya seldi fríggjadagin tilsamans 206 tons fyri góðar 2 milliónir krónur.