Klaksvík: Ætlanin var, at økið skuldi verða glæsiligt við mentanarhúsi, handlum og heilsumiðstøð. Men nú verður nýggi miðbýurin í Klaksvík brúktur sum bingjupláss, tí plásstrot er á havnaøkinum.
Seinastu dagarnar hava hvítar og bláar Maersk-bingjur staðið á Sandinum, og hóast økið ikki enn er vorðið rættiligur miðbýur, skal tað ikki brúkast til bingjur, sigur borgarstjórin.
? Eg gjørdist eitt sindur kløkkur, tá eg sá bingjurnar standa har, sigur Steinbjørn Jacobsen, sum gjørdist varugur við bingjurnar í gjár.
? Tær skulu ikki standa har, tí hatta plássið er ikki ætlað til bingjur. Eg havi ikki givið loyvi til hatta, og vit skulu loysa hatta málið sum skjótast.
Leita eftir plássi
Vestara havnaøkið hýsir nógvum virksemið í sambandi við fiskivinnu, og har er nú vorðið so trongligt, at nóg mikið av arbeiðsplássi er ikki longur. Støðan verður enn verri, tá farið verður undir at byggja nýtt krivjivikrinum á havnalagnum um stutta tíð.
Ein trupulleiki er, at eingin stáplari er í Klaksvík, og tí ber ikki til at seta stóru bingjurnar omaná hvørja aðra. Tá bingjurnar so skulu standa lið um lið, er tað skjótt, at tær fara við nógvum plássi.
Klaksvíkar býráð hevur fleiri ferðir viðgjørt spurningin, og fleiri uppskot hava verið frammi um, hvussu trupulleikin skal loysast.
Býráðið hevur samtykt at fylla meiri út í góðshavnini í Ánunum, men hetta økið er ikki tikið í brúk enn. Tekniska nevnd hevur eisini tikið stig til at kanna alt økið fram við vágni fyri at finna møguligar loysnir á plásstrotinum.