Miðflokkurin avnoktar veruleikan og rennur undan ábyrgd!!

Johan Petersen


At avnokta fakta og siga seg ikki taka undir við at minka blokkin, er tað sama sum at renna undan rokningini fyri vøru, tú hevur keypt.

Í aftursvari um blokkniðurskurðin upp á 366 mió. kr. viðgongur Bill Justinussen, at Miðflokkurin atkvøddi fyri yvirtøkum, sum kostaðu 366 mió kr. í lækkaðum blokktilskoti. Men hóast tað sigur hann, at Miðflokkurin var ímóti hesi lækkan.

Rennur undan rokningini
Hetta er sum at keypa eina vøru, men tá ið tú hevur fingið vøruna, sigur tú, at hon onki skal kosta. Tað stendur rimmar fast, at:
1. Heimastýrislógin § 2: Føroyska heimastýrið kann gera av at ... mál og málsøki ... verða ... at flyta ... til heimastýrið við teirri fylgju, at heimastýrið tekur á seg tær útreiðslur, ið fylgja við teimum. (Hetta er prísurin fyri vøruna).
2. Miðflokkurin atkvøddi fyri yvirtøkunum, sum samb. viðmerkingunum til uppskotið kostaðu 366 mió. kr. (Miðflokkurin keypir vøruna).
3. Miðflokkurin leggur sítt egna uppskot fram um ríkislógartilmæli. (Miðflokkurin roynir at lumpa sær undan at gjalda).
4. Miðflokkurin atkvøddi ímóti uppskoti táverandi landstýrisins um ríkislógartilmæli. (Miðflokkurin rennur undan rokningini).
So einfalt er tað.

Tú kanst ikki renna undan tínum egna skugga
Hvør maður, hvør kona og hvørt barn veit, at hetta ber ikki til. Hevur tú keypt vøruna, skal hon gjaldast!! Ella sum Óli P. so beinrakið teknar: tú kanst ikki renna undan tínum egna skugga!!