Miðflokkurin góð kort á hondini í Suðuroynni

Vinnulívsmaður og fløgu-aktuellur skipari, sum sat fangi í fleiri mánaðir á lítlari kyrrahavsoyggj, stilla upp fyri miðflokkin í Suðuroy

Løgtingsvalið 2003

Miðflokkurin spennir seg rættiliga út í Suðuroynni til hetta Løgtingsvalið. Flokkurin plagar ikki at hava meiri enn tveir valevni í Suðuroynni. Men til løgtingsvalið 2003, hevur miðflokkurin í Suðuroy betri kort í hondini enn hann nakrantíð hevur havt. Listin hjá flokkinum má metast at vera sterkari enn nakrantíð, við tað, at hesuferð hevur flokkurin heili fimm valevni á listanum.
Og tað eru eisini valeni, ið mugu metast at kunna vinna flokkinum eitt ávíst tal av atkvøðum.
Petur Karl av Rana, sum hevur stillað upp fleiri ferðir, er aftur á listanum í ár.
Men harumframt er eisini Kjartan Danielsen eisini á listanum.
Men uttan at taka nakað frá teimum báðum, má toppnavnið hjá miðflokkinum á Tvøroyri, uttan iva metast at vera John Nielsen.
Hann er stjóri á Fiskamarknaði Føroya á Toftum, men nú hevur hann so gjørt av st stilla upp til Løgtingið og tað verður fyri miðflokkin í Suðuroy.
Og tað er kanska ikki so løgið, tí tvøramaður er hann, hóast hann hevur búleikast norðanfjørðs og tað skilst, at hann arbeiðir við at flyta suðuraftur at búgva
Í Porkeri stillar Sjúrður Dam, upp.
Men í Vági eitur jokarin hjá miðflokkinum einki minni enn Sigmud Andreasen.
Hann hevur júst givið fløgu út við andaligum tónleiki. Men hann tað var fyrst og fremst fyri nøkrum árum síðani, at hann gjørdust landskendur, tá ið hann í fleiri mánaðir sat mestsum fangi á eini franskari oyggj í Kyrrahavi í samband við fiskiskap, sum fransmenn ikki vóru so fegnir fyri.
Og nú bjóðar Sigmund Andreasen altso eisini av í politikki.