Miðflokkurin meldaði pass

Miðflokkurin er ikki við í ætlanini at leggja kommunurnar saman, soleiðis, sum landsstýrið ætlar.

Í summar eru allir politisku flokkarnir á tingi bodnir á fund við landsstýriskvinnuna í innlendismálum um ætlanina at leggja kommunurnar saman.

Men Miðflokkurin hevur ikki viljað møtt á fundi.

Tað var stutt áðrenn samgongan slitnaði, at Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í innlendismálum, bjóðaði til fundar at viðgera kommunusamanlegging, sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins.

- Á tí fundinum boðaðu vit frá, at vit taka frástøðu frá, at landsstýrið og Løgtingið, beint uppundir løgtingsval, taka eitt so stórt ov avgerðandi stig sum tað at smoyggja eina samanlegging niður yvir kommunurnar.

Ta støðuna hevur Miðflokkurin hildið fast við.

Vit halda, at tað er skeivt, at eitt fráfarandi Løgting samtykkir eina so stóra kollvelting á kommunuøkinum beint upp undir val, og so blaka tað upp í hendurnar á eini komandi samgong at standa við teimum trupulleikum, hetta fer at føra við sær.

Jenis av Rana sigur, at um ársskiftið hava vit eina nýggja samgongu og tað er onki at ivast í, at kommunusamanleggingin verður við í einum nýggjum samgonguskjalið.

Jenis av Rana sær ætlaðu kommunusamanleggingina meiri sum eina roynd hjá landssýriskvinnuni og landsstýrinum at fáa nakrar fjaðrar at pynta seg við í valstríðnum.

- Tað kann sostatt gera tað sama, hvat hetta Løgtingið samtykkir, tí eftir valið, sum helst verður heyst, verður nýtt løgting valt og tá er ongin ivi um, at málið tikið uppaftur.