?Ongin av tykkum átti at verið í iva um mína støðu, tá ið tað snýr seg um at ágang ímóti fakfelagsrørsluni.
Tað sigur miðflokkurin í svari sínum uppá spurningarnar frá Sjeymannabólkinum í sambandi við uppskotið, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt um seming.
Jenis av Rana, formaður floksins, sigur, at so leingi hann er í floksleiðsluni, sær hann tað sum eina av fremstu endamálum hjá flokkinum at verja ímóti ágangi og sostatt eisini ágangi ímóti fakfelagsrørsluni.
? Men hinvegin dámar mær best at vísa hetta í verki, heldur enn bara í orðum - og tá ið eg eri í andstøðu, leggur hann afturat.
Alt annað enn hugtikin
Annars hevur formaður Miðfloksins eisini hug at skjóta eftir fakfeløgunum.
Tí í svarinum sigur Jenis av Rana, at hann er alt annað enn hugtikin av stríðsviljanum, sum mong av fakfelagsfólkunum vísa, tá ið á stendur.
Hann heldur, at tær seinastu sáttmálasamráðingarnar eru besta dømi um hetta.
? Undir teimum samráðingunum kláraðu fleiri av fakfelagsfólkunum seg beinleiðis ússaliga.
Jenis Av Rana sigur, at tíverri roknar hann eisini við, at summi av fakfelagsfólkunum eisini fara at hókna. nú málið um hetta nýggja uppskotið um seming er fyri, og ágangurin fer at harðna.
? Tit tykjast at gloyma, at tað er at enda í einum stríði og ikki í fyrstuni og at tað er í verki og ikki í orðum, at styrkin skal vísast.
Jenis av Rana vísir eisini til, at Sjeymannabólkurin sigur í viðmerkingum sínum til uppskotið, at nakrir av teimum stóru flokkunum á tingi hava havt virðing fyri teimum sereyðkennum, sum hava myndað føroyska arbeiðsmarknaðin
Tað skilr Jenis av Rana ikki.
? Meina tit við fólkaflokkin ella sambandsflokkin?, spyr hann.
?Tað kann í hvussu so er ikki vera tjóðveldisflokkin, ella tað, sum einaferð nevndist javnaðarflokkurin, tí tað vóru teir, sum mundu gjørt av við okkum og tykkum, tá ið harðast leikaði á.
Hann sipar til lønarniðurskurðin, uppsagnirnar, karensdagarnar, at frítíðin varð stytt, o.s.fr.
Jenis av Rana biðjur fakfeløgini vælsignað ikki vera so stuttmint.
? Læri heldur av søguni. Annars fara teir at halda á at flenna at, og at koma til tey somu við rokningini - tá íð tit hava mest brúk fyri hjálp, sigur Jenis av Rana.