Miðlar í Klaksvík

Eyðun Klakstein er maðurin á lokalredaktiónini hjá Sosialinum í Klaksvík. Hann er føddur í 1972 og er í útbúgving sum blaðmaður á Danmarks Journalisthøjskole í Århus. Honum vantar eitt ár at verða liðugur við útbúgvingina, men hevur fingið farloyvi at røkja uppgávuna í Klaksvík.

 

miðlar

Birgir Kruse


Á arbeiðsborðinum hjá Eyðuni stendur mynd af Steffen Brandt, sangaranum í bólkinum TV2, sum beint nú er aktuellur við nýggjari fløgu. ? Er hann fyrimyndin, ella bara kendasti persónur, tú hevur hitt, spyrja vit Eyðun. Nei, sigur Eyðun. Men eg haldi hann er ein áhugaverdur persónur. Hitti hann í fjør, tá teir høvdu konsert í Føroyum. Tey sjónarmið, hann hevur, og tað samband, hann dugir at hava við miðlarnar, eru hugvekjandi. Men tað er serliga innan ítrótt, at eg havi hitt kend fólk, sigur Eyðun. Kevin Keegan og Brian Laudrup til dømis. Hesin áhugi endurspeglast eisini í bókahillini hjá Eyðuni, har vit hóma bøkur um rokk og ítrótt. Men eisini Skipalistan og »Føroyar undir kalda krígnum«.

? Lokalredatiónin er eitt natúrligt stig at taka. Men tað forpliktar eisini, sigur Eyðun. Í Klaksvík hendir nógv, vinnuliga, ítróttarliga eins og mentunarliga. Størsti einstaki alarin er eisini her, sigur Eyðun, sum leggur afturat, at Sosialurin altíð hevur verið væl lýddur í Klaksvík. Millum øll fólk. Helst tí, at blaðið altíð hevur havt samband við Klaksvíkina. Og tað er eitt gott útgangasstøði, metir Eyðun.

Í hesum døgum er Klaksvíkin rættuliga í brennideplinum, tá umræður miðlar. Eftir at Sosialurin hevur latið upp redaktión í Klaksvík, fer Randi Jacobsen eisini at skriva haðani fyri Dimmu. Í dag verður rásarúmið hjá Lindini víðkað, so eisini klaksvíkingar kunnu fylgja við á andaliga útvarpsøkinum. Frammanundan er Studio Pegasus týðandi partur av landsfevnandi útvarpsskránni, eins og Rás 2 leingi hevur hoyrst í Klaksvík. Og ikki at gloyma Norðlýsið. Tað kemur út enn sum áður. Við fimti og einum ári á baki.