Miðlahúsið og Kringvarpið fara komandi vikurnar at varpa ljós á skattamálið hjá Eik. Vikuskiftis Sosialurin í dag prentar higartil loynilig skjøl, sum hava týdning fyri málið.
Skjølini, sum Vikuskiftis Sosialurin prentar í dagsins útgávu vísa ein samanhang, sum í besta føri má sigast at vera ivasamur fyri bankaleiðsluna í Eik.
Skjølini kunnu illa geva aðra fatan enn, at Eik royndi at tiltuska sær ein skattafrádrátt á 90 milliónir, sum tey ikki hava rætt til.
Tað varð boðað frá áðrenn TF Holdning keypti Eik, at ikki ber til at draga tap frá kollsilgda Eik Banka frá hjá nýggja bankanum. Tað var eisini ávarað um hetta fleiri ferðir á nevndarfundum hjá Eik. Og umboð hjá Fíggjarligum Støðufesti ávaraði um týdning av, at Eik viðlegði allar viðkomandi upplýsingar í sínum brævasamskifti við Taks. Kortini er brævasamskifti millum Eik og Taks at meta sum villeiðandi.
Vikuskiftis Sosialurin hevur alla søguna í blaðnum í dag. Komandi vikurnar fara Kringvarpið og Miðlahúsið at varpa ljós á skattamálið hjá Eik.
Les alt í Vikuskiftis Sosialinum í dag, ella tú kanst fáa meira at vita í tíðindunum hjá Kringvarpinum í kvøld.