Mítt blað - dag og vikublað
- Dimma, Sosialurin, Trúboðin, Norðlýsið, Politiken og Kristeligt Dagblad.
Mín heimasíða
- Byrjunarsíðan er portal.fo – og so surfi eg haðani…
Mín tónleikur
- Allur góður tónleikur. Alt frá Händel til Herbie Hancock og Hanus..
Mítt sosiala netverk (td Facebook)
- Facebook og Skype. Eri ikki nýfikin, men taldist helst millum fyrstu føroyingar, sum fingu sær Facebook.
Mín dvd
- Nógvar. Men ”Das Leben Der Anderen” og ”Fanny & Alexander” kann eg altíð venda aftur til.
Mítt magasin
- Sera breitt. Alt frá Euroman til Teol-information.
Mín sjónvarpsrøð
- Dagur og vika, um tað kann kallast ein sjónvarpsrøð. Fawlty Towers, Klovn og Frasier kunnu eisini vera undirhaldandi.
Mín bók
- Sera torført at siga. Men ”Det forsømte forår” og ”Tann lítli prinsurin” gloymi eg aldrin.
Bíblian kann sjálvandi heldur ikki undirmetast á míni lívsleið.
Mítt útvarp
- Útvarpið, Rás 2, Lindin. Viðhvørt lurti eg eftir P1 og P3 á DR.
Mín telefon
- Nokia eitt ella annað. Bara eg kann ringja og sms’a við henni.
Hvat vil tú ikki brúka miðlatíð uppá?
- Tað er munur á at lurta og hoyra. Útvarpssendingar, sum ikki eru vælgjørdar, kann eg hoyra í bakgrundini. Eru tær góðar, lurti eg. Haldi tað var spell, at konseptið við Rás Tórshavn hvarv, og at tað nú er neyðugt at keypa heilar pakkar við fleiri ræsum, um tú t.d. bert ynskir at síggja public-service rásir sum DR1 og DR2.
Hvat irriterar teg í miðlunum?
- Leiðandi spurningar, bendingarvillur og ov tætt kliptar útvarpssendingar. Síðan alt bleiv talgilt, hoyrir tú næstan ikki fólk anda inn longur, áðrenn tey svara onkrum av lívsins stóru spurningum. Tað hevði eisini verið gott, um ein og sama útvarpsrøddin las øll andlát upp hvørt eftir annað.
Hvat vil tú hava meiri av í miðlunum?
- Dyggar sendingar sum t.d. ”Scannaran” og ”Tilveru”. Sendingar við teologiskari tyngd sum t.d. ”Morgunlesturin”.
Vælgjørdar tónleikasendingar sum t.d. ”Rót og rútma”, ”Turné” og ”Bolero”.
Og hvar blivu fyrilestrar, hoyrispøl og upplestur av nýggjum bókmentir av í útvarpinum?