Miðvágs Fornminnafelag sum í nøkur ár hevur arbeitt við at savna myndir, skjøl og annað siðsøguligt tilfar, hevur ætlanir at keypa ognina í Jansagerði í Miðvági, sum nú er lýst til sølu.
Staðið hevur stórt søguligt virði, vegna tað at Prestagarðurin í Vágum stóð har í mong hundrað ár. inntil hann í 1920?unum varð niðurtikin.
Frá 1541 og til nýggi prestagarðurin varð bygdur, hava 26 prestar búð í Jansagerði. Kendast av teimum eru Petur Arabo og Beinta. Eisini er tað prestasonurin Jens Chr. Svabo og kenda verk hansara frá 1781-82 sum vit knýta til Jansagerði.
Til Jansagerði hoyrdi náðinsgarðurin Kálvalíð, sum er eitt tað elsta húsi í Føroyum og nú verður nýtt til savn. Jansagerði og Kálvalíð gjørdust víða kend í skaldsøguni Barbaru hjá Jørgen Frans Jacobsen.
Tað er tí eyðsýnt, at Fornminnafelagið hevur stóran áhuga í ognini sum nú er til sølu. Fyrst og fremt at tað, sum nú er, ikki forferst, og at fáa fornminnini sjónlig og atkomulig. Samstundis kundi Fornminnafelagið nýtt húsini til framsýningar og kvøldsetur.
Nú húsast felagið í kjallaranum í Kommunuskrivstovuni í Miðvági og hevur opið hvørt mánakvøld kl. 19 ? 21 vetrarhálvári.