Miðvallar halda fram á Old Trafford

Bæði Darren Fletcher og Michael Carrick hava longt sáttmálan við oddaliðið í Premier League. Eisini Patrice Evra og Ryan Giggs hava í seinastuni longt. Tað var ein ungur Darren Fletcher, sum á sinni kom við skotsum U-landsliði til Føroyar. Hann segði tá við føroyskar miðlar, at hann vónaði bara at sleppa at royna seg á besta liðnum einaferð. Í dag hevur hann longt sáttmálan við felagið, sum hann kom til sum 15-ára gamal.

 

Skotski liðskiparin hevur seinni árini víst seg at verið ein týdningarmikil leikari hjá Sir Alex Ferguson. 27-ára gamli miðvallarin hevur spælt 288 dystir fyri Manchester United og skorað 21 mál. Sáttmálin er galdandi fram til 2015.

 

29-ára gamli Michael Carrick hevur eisini longt sáttmálan við Manchester United. Enski miðvallarin, ið skifti Manchester United frá Tottenham í 2006, hevur longt sáttmálan fram til 2014.

 

Manchester United spælir í vikuskiftinum móti Liverpool á Anfield.