Óli Jacobsen
Eg minnist so væl árið, tá funningsfólkini doyðu úti. Tað var í 1917. Eg havi veri 11 ára gamal, og Hans beiggi var eitt gott ár eldri. Hetta var ein so fínur dagur til veður. Tað var nógv útliðið, og tað hevur nærkast jólum. Tað hevur nokk verið eitt sindur av kava, tí heimi í Sjóvartúni fóru vit ”at renna um tún”, sum vit kallaðu tað, tað var eitt spæl, vit høvdu. Nú kemur ein sovorðin himmalsins ódn um skýmingina. Tað var so ringt, at tað var ikki hugsingur um hjá okkum at koma inn um ánna. Sofus Rinkustein leiddi okkum inn. Hann var sterkur maður og nógv eldri enn vit. Tá vit komu inn um ánna, nú vísir tað seg, at pápi er farin at dyrgja saman við gamla Hans Jacob Abrahamsen, sum vit róptu, og Poul Jóhannes Gaard undir Garði. Teir dyrgdu út fyri Kamarshellu og fóru til róðurs beinanvegin inn í Víkar. Teir vistu ikki, hvar teir vóru, tað var verri veður enn so. Hann má hava verið norðan í ættini, tá hann lá útav eisini.
Teir fóru til árar, men teir vóru so komnir yvir í Kósina, so tað hevur ikki verið langt inn í dráttin har. Men nú kemur ein rang hvirla og koyrir teir inn í mølina innan fyri Flatastein, sum var ein stórur steinur, sum stóð har, og teir blivu bjargaðir. Tað var eitt undur.
Tað var eitt forferdiligt veður tað kvøldið. Tað hevði verið heilt forferdiligt, um tað hevði komið mitt um dagin, tí tað er vist, at nógv fólk hevði verið í torvi millum bygdir ella burtur í haga tann dagin. Ein genta, sum var um aldur sum eg, hon kallaðist Maja Klein. Hon var á veg inn í Víkar, og tá hon var komin inn um Hálvmørkshandilin, tá feyk hon útav bakkanum, men hon kláraði tað.
Søgan um funningsfólkini er henda:Um ódnarveðrið 1. desember í 1917 síggja vit í Dimmalætting og Tingakrossi, at fleiri fólk vóru í lívsvanda, og at í minsta lagi 4 fólk lótu lív í tí ringa veðrinum. Hevði streymurin verið til vildar, so høvdu nógv fleiri bátar verið til útróðrar, og so hevði skaðin verið uppaftur verri.
Tvær systrar úr Funningi, onnur tænti í Hvalvík og hin við Norðskála, vóru á veg heim at vitja foreldrini henda leygardag seinnapart. Tær høvdu avrátt við pápan um at koma ímóti teimum. Tá hann møtti teimum á Skálaskarði, helt hann veðrið vera so vánaligt, at hann mælti til, at tey fóru oman aftur til Norðskála. Ein triðja systir, Sigga, var gift á Oyri við Jákupi Strømsten. Onnur systirin mutaði ímóti, tí henni longdist eftir móður síni, og tey hildu tí leiðina fram. Veðrið versnaði skjótt, og tey gjørdu tí av at royna at sleppa oman í Funningsbotn. Og oman fyri garðarnar í Funningsbotni vórðu tey funnin morgunin eftir. Pápin, Samuel Sivertsen, Sámal hjá Siggu, og onnur dóttirin, Petrina, vóru deyð, men Anna Maria, sum hevði sitið millum tey bæði aftur undir einum steini, har tey høvdu leitað sær skjól, var framvegis á lívið, og hon kom fyri seg aftur. Hon giftist við Anton á Skipinum við Gjógv, ið var ein av teimum, sum høvdu leitað.
Petrina hevði tænt hjá Tummasi Egholm, bónda í Hvalvík, í 6½ ár. Hon var 25 ára gomul. Bæði frá Norðskála og úr Funningi høvdu menn verið og leitað leygarkvøldið, men veðrið var so ringt, at teir máttu venda aftur. Funningsmenn vóru á fjalli henda dagin, og Sámal fór beint av rættini og ímóti teimum, so hann var móður og tí ikki so væl fyri henda feigdardagin.
--
Tveir hvalbingar vóru, tó uttan at vita av hvørjum øðrum, á veg av Tvøroyri til Hvalbiar, tá ódnarveðrið brast á. Annar, Thomas Pauli Thomsen, Palli á Brekkuni, úr Nesi, bar ikki boð í bý, men hin, Jóan Jacob Strøm við Krógv, legðist at ríva ein varða niður og at byggja hann uppaftur fyri ikki at stirðna, og hann varð funnin í øllum góðum. (Johannes Andreas Næs: Eingin veit frá einum at siga. Birting 1991)
--
Motorbáturin Sjóløvan við Ísaki Isaksen úr Vestmanna umborð lá á Sandavági. Báturin rak til havs og varð ikki funnin fyrr enn eina viku seinni. Tá var Ísakur deyður. ( Niels Nattestad: Feigdarferðin. Birting 1991)
Tá hitin mátti sparast.
Pápi var burtur, tá eg var smádrongur, og altíð mátti sparast brenni. Vit høvdu fýrstað og ein bíleggarovn inn í kamarið, helst var ein síða av honum inn í stovuna. Mamma plagdi at kóka okkurt til nátturða, antin tað var súpan ella kanska fisk. So plagdu hon at koyra glóðirnar í bíleggaraovnin og so onkra torvu aftrat. Nú gjørdist hiti í kamarinum, og her vóru øll systkini.
Jólatræ
Tað var nær uppundir jól, og tað var sama heystið, tá Hans beiggi fer at gera okkum eitt jólatræ. Hann var so hegnigur og gjørdist smiður seinni. Hann gjørdi fyrst stammuna, og so gjørdi hann armar, sum skuldu fyristilla greinar. So heintaðu vit lyng og vavdu tvørtur um greinarnar. Undir fyrra heimsbardaga kom so nógv voks rekandi, og pápi man hava fingið onkustaðni frá. Hans stoypti jólaljós burturúr hesum voksinum. Hann hevði gjørt sær formar til endamálið, men eg minnist ikki, hvussu jólaljósini vórðu heft í greinarnar. Tað er møguligt, at stakar hava verið at fáa. Eg minnist einki annað jólatræ at hava verið í Tarti. Men tá eg var smádrongur var eitt jólatræ í skúlanum, og tað var Anna lærarinnan, sum kom við tí. Tað hevur helst verið undan fyrra heimsbardaga.
Um Jóan Paula
Jóan Pauli Thomsen var ein av handilsmonnum í Oyndarfirði, sum eg skal greiða eitt sindur meira frá.
Jóan Pauli kom fyrst í 1890-unum úr Vestmanna í Hálvmørkshandilin. Hann var føddur í 1867 og var ikki myndigur, tá hann tók við handlinum, og tí stóð systir hansara Thomasia fyri honum fyrstu tíðina. Jóan Pauli giftist í 1891 við ta javngomlu Ellen Mariu Jacobsen úr Vestmanna. Tey fingu ein son, Karl, í 1892, men Elin doyði í barsilssong við næsta barninum.
Nøkur ár eftir, at Elin var deyð, giftist Jóan Pauli upp aftur við systir fyrru konuna, Thomina Maria, men tey fingu eingi børn.
Hálvmørkshandilin seldi alt vanlig til húsarhaldið, og afturat hesum bakaði Thomina bæði rugbreyð, byggbreyð og vinarbreyð. Hon kókaði eisini bróstsukur at selja. Tað var ikki altíð farandi um ánna um veturin, og tí leigaði Jóan Pauli eitt kamar í Billustovu til handil.
Tað sum loysti seg best mundi vera fiskaarbeiðið. Hann keypti fisk bæði frá bátum í Oyndarfirði og aðrastaðni og lat fólkið í bygdini vaska og turka hann. Eftir at Kjølbro byrjaði sítt virksemi fór hann at samstarva við Jóan Paula, sum fekk 12% fyri at arbeiða fiskin. Av hesum skuldi hann tó gjalda útreiðslur.
Jóan Pauli dugdi væl at skyna á veðri og tók fyrilit fyri umstøðunum, so fiskurin loyptist ongantíð. Hann lat tey ikki breiða á svartari hellu í skarpari sól. Hann brúkti barometrið og roðan á luftini at meta seg eftir og plagdi at siga, at helt hann sær á fløðandi sjógvi, so var turt í fjarandi sjógvi. Vit plagdu at spyrja Jóan Paula um líkindi, áðrenn vit fóru til útróðrar, og tað passaði altíð.
Jóan Pauli sat í kommununi langt áramál og var eisini formaður. Hann fekk ta sorg at missa sín einasta son við grindabátinum, sum vit koma til seinni.
Jóan Pauli tók sær eisini av tí skrivliga við sjúkrakassanum, og her var eisini væl frágingið.
Jóan Pauli man hava skotið harur í Vestmanna, áðrenn hann kom til Oyndarfjarðar. Hann dugdi so væl at bera seg at. Ein gamal maður, Jógvan Hammer, fortaldi fyri mær, at einaferð, tá hann var ungur, at nú fer Jóan Pauli fram á Heltnina at skjóta harur. Hann bað Jógvan koma við sær til at bera. Teir fara fram í Líðina. Tað er oman fyri har, tað er dyrkað upp, og har situr ein hara á barajól. Her var ikki so lætt at koma, tí her var einki grót. Men so sigur Jóan Pauli við hendan her: ”Nú skal tú standa stillur og láta við hondunum. Haran er so mikið býtt, tá hon sær slíkt, so blívur hon bara við at hyggja”. So fór hann lúrandi og kom haruni í skotmál, og hon lá.
Tá Jóan Pauli kom til Oyndarfjarðar sum ungur hevði hann kaninir við eisini, men hetta er alt fyri mína tíð.
Tann, sum arbeiddi fiskin hjá Jóan Paula, kallaðist Per Joensen, ættaður av Brúnni í Funningi. Hann hevði við fiskin at gera, tá teir avreiddu har í Billustovufjósinum, sum stóð niðanfyri kirkjuna.
Har hekk ein fiskavekt. Per flakti, saltaði og reiv um. Hann var eitt slag av uttanbudamanni hjá Jóan Paula Thomsen. Hann plagdi at velta og fletta fyri hann. Hann plagdi eisini at leingja húðaskógvar, og tað dugdi hann so sera væl. Tá teir høvdu skorið skógvar burtur úr húðini, teir visti altíð, hvar á húðini tað besta skøðið var, so mundi tann tynra húðin verða brúkt til húðaskógvar hjá børnum.
Tann maðurin plagdi at ríva sundmagar, men tað hevði hann sjálvsagt privat. Per var so snøggur maður, hann var eisini tuflusmiður og smíðaði tuflur fyri nógv fólk í Oyndarfirði og legði eisini leður uppundir tuflur. Harald í Hálvmørk smíðaði eisini tuflur.
Veðrur og sleppingarlamb
Tað er ikki longri síðan enn so, at tá Niclas Dahl í Hoyriksstovu var 12 ára gamal, tá tóku teir ein veðr, sum Billustovumenninir átti. Hann hevði staðið í tjóðri millum køstarnar og bara etið hømiliur. Hesin veðrurin bleiv so feitur, at alla ta síðstu tíðina reisti hann seg slett ikki. Tað hevur verið umleið 1890, at Niclas hevur verið við at leiða veðrin á fiskavektina. Hann vigaði 200 pund livandi, og tað vóru 40 merkur av tálg í honum.
Heini Gaard í Hálvmørk átti eitt sindur av jørð í Góðadali, og Jógvan Poulsen á Trøðni, sum giftist til Oyndarfjarðar átti eisini eitt sindur av jørð. Nú vil Jógvan hava eitt sleppingarlamb frá Heina Gaard í Góðadali, og hann letur eitt veðurlamb afturfyri. Hetta veðurlambið hevði 18 merkur í tálg, so tað má hava vigað nógv.
Neyst og bátar
Eg skal fortelja frá bátunum og neystunum sum vóru, tá eg var smádrongur. Tað vóru fá neyst, og tey vóru heima í Støðni. Tað norðasta kallaðist Kulpuneystið. Onkur vil meina, at hetta er eitt írskt navn. Tað stóð tvørtur um við bakkanum niðan fyri Kvenngarðshús. Tað stóð líka sum suður og norð. Har var ein vegur millum Kvenngarðshús og tað neystið. Tað, eg minnist, vóru ongar hurðar fyri neystið, men bátur stóð inni. Hvør ið átti bátin veit eg ikki, eg rokni við, at tað hevur verið á Grunnlendi. Hini neystini vóru Garðineystið, tað var tað fyrsta, so Stórustovuneystið til tveir bátar, so Guttaneystið, so Sunnanneystið, og vóru hesi tvey neyst til ein bát hvørt. Hetta vóru neystini sum vóru í støðni. Nøkur eru komin norðari aftaná. So var tað í Oksastøð inni í Garði. Har vóru tvey neyst, og tað var Billustovuneystið, sum er dottið niður í 20-unum. Men fyrst eg minnist var tað í besta standi, og tað var takt við hálm. So høvdu Billustovumenninir eisini ein varðahjall innan fyri ánna og oman fyri brúnna. Hann var eisini taktur við hálm, og so Garðshornsneystið. Vit kallaðu tað Kirkjugarðsneystið av tí, at tað var innan fyri kirkjugarðin. Vit kallaðu altíð tann bátin fyri Grøni.
So var tað heima í støðni. Eg meini, at tað vóru tríggjar lunnbøtur, sum teir róptu. Ein lunnbót er til at draga bát í, tá hann ikki verður settur inn í neystið. Tað vóru tveir laðaðir veggir, sum tveir steinar høgir, og fastir lunnar lógu ímillum, akkurát tilpass fyri ein lítlan bát at standa inni í við lívskorðu báðu megin við. Tað brúktu teir fyri tað mesta um summarið. Teir smáu bátarnir stóðu sum oftast úti um. Eg meini, at tað vóru tvær undir Stovuneystinum, men tann seinasta sum var eftir stóð so undir Stovuneystinum.
Ja, eg minnist inni í Víkum, neystið sum var har. Tað var til tveir bátar. So var eitt hús omanyvir neystið, og tað høvdu teir til at goyma tjørutunnur, sirupstunnur og tílíkt í.
Innan fyri ánna
Tá eg var smádrongur vóru átta hús innan fyri ánna. Tú kann ætla, at tann býlingurin er so mikið ungur. Eg minnist tey flestu av teimum niðursetufólkum, sum settu seg innan fyri ánna, burtursæð frá einum. Eitt hús var í Tarti. Har vóru fýra ættarlið, sum eg veit um.
Hini minnist eg øll. Undir Steininum minnist eg mammu Zakaris, hon kallaðist Magga, og maður hennara kallaðist Ólavur. Jóan Hendrik Weyhe í Kinn var slektaður úr Billustovu. Hann var niðursetumaður í Kinn. Kona hansara var úr Tarti, hon kallaðist Sigga.
So var tað Heini í Hálvmørk, Heini Gaard, hann var úr Garðshorni og konu hansara, Annu úr Tarti, tey minnist eg bæði. Og Jóan Pauli Thomsen og tann seinna konan. Jens Pauli Clementsen, hann bygdi Bakkahúsini, sum Abraham á Bakka keypti. Hann var slektaður av Syðradali. Hann bygdi aftur uppi á Fløtti.
Peningurin sum mundi farið í luftina
Hetta var øll míni barnsdóms og ungdómsár. Eg kann fortelja eitt lítið trekk frá Høgna á Dunganum. Hann var slektaður úr Funningi. Tað vóru tveir brøður, Høgni Petersen og Peter Petersen, Petur í Hoygarðshúsi, sum vit róptu. Hann giftist inn har, meðan Høgni giftist inn á Dunga. Eg veit ikki, um hann mundi eiga nakra jørð, tá hann var ungur. Nú er tað, at hann skal fara til Fuglafjarðar at keypa jørð. Hann hevði pengarnar í einum pappírspetti. Hvar hann hevði tað, veit eg ikki, men teir gomlu plagdu at goyma slíkt í teirra føroysku húgvu. Hann gekk omanvið ánna innan fyri har í Garði, sum vit rópa. So gongur hann, og ikki fyrr enn hann kemur niðan undir Skarð, nú uppdagar hann, at hann hevur mist pengarnar burtur. Hetta var jú forferdiligt. Hann vendir so aftur og roynir at ganga har, sum hann hevur gingið. So fer hann niðan við ánna, og omanfyri brúnna, sum var tvørtur um ánna. Nú liggur pappírið á einum steini har. Hann lyfti hendurnar upp um høvdið og takkaði Gudi fyri. Tað var merkiliga heppið, at tað ikki var fokið í ánna.
Røkt
At vera røktingarmaður gav ikki nógv. Eg veit ikki, um teir fingu tríggjar ærir í røkt, harragud sum tað var lítið. Og tað kom mangan fyri, at tað var minni enn tað.
Pápi var 17 ár fjallmaður á Grunnlendi, og so tóku vit brøðurnir við. Eg minnist einaferð, tað var eitt ringt ár, tá fingu vit bara eitt hálvt fjalllamb.
Útróður í Oyndarfirði
So minnist eg sum smádrongur, at tað róðu tríggir motorbátar út í Oyndarfirði um várarnar. Klaksvíkin átti hesar bátarnar, tí Víkahandilin handlaði fyri Klaksvík. Teir fortoyaðu í Oyndarfirði, eg haldi at tað var frá mars mánaði, at teir høvdu loyvi frá tryggingini at leggja seg her á sandgrynnuni. So lógu teir fyri várið. Eg meini, at teir kallaðust soleiðis: Eivind, Angantyr og Halgafelli, sum var so lítil sum eitt 10-mannafar ella ein seksæringur. Tað var stuttligt at hoyra teir liggja og glinta har.
Tað bleiv nógvur útróður um veturin eftir, at eg fór til sjós, men tað vóru fáir bátar sum gingu út av Oyndarfirði um veturin. Tað vóru seksmannafør, sum róðu út, tó var eitt áttamannafar. Tað var Garðibáturin, men hann bleiv so lítið brúktur til útróður. Ábraham Ábrahamsen hevði hann tveir vetrar. Eg var við tann seinna veturin. Tann fyrra veturin róðu teir út í Djúpunum. Eg minnist, at tað var ikki til at fara útum oyggjar. Tað var sum ein býur at síggja av trolarum. Bátarnir róðu út undir oyggjarnar norðuri í Djúpunum. Teir fingu tvær stórar hýsur á bát í 1927, tað var alt. Tað seinna árið, tá eg var við, kom eingin hýsa á bát. Hetta var í 1928. Fiskurin var eisini smáur tað árið. Men ein dag fingu vit fisk. Tað var tann einasti dagurin, vit fingu ordiliga av fiski. Vit settu 42 stykkir, 6 línur, 6-7 stk línir. Tá var so nógv á, eg minnist Dánjal Abrahamsen fór at draga og eg at taka ímóti. Eg var so kaldur, eg hevði róð sveittur og so bíðað eftir lýsing. Tað varð skjótt, at eg bleiv heitur, so nógv var á. Vit avreiddu 1100 pund og býttu ein tøðleyp í part av sovorðnum, sum var niðan fyri 16 tummar. Fiskurin kostaði 6 oyru pundið. Eg hevði gjørt mær eina nýggja línu til, og eg fekk akkurát fyri hana tann veturin.
Eg gavst við tí útróðrinum, tí eg tímdi ikki. Man var til skips hina tíðina og fortjenti væl. Tá hevði eg fingið ein lítlan bát, og eg gjørdi tað betri at rógva við tí bátinum, og tað var eisini nógv fittligari. Vit plagdu et egna einar tvær línur um kvøldið og seta tær í lýsingina. So svav man um náttina, og vit fingu akkurát líka frægt burtur úr.
Var ein løta, kundu vit eisini altíð fara at dyrgja ella við snøri. Vit fingu nokk av døgurðamati og nokk av fiski.
Bátar av Hellunum Tá gingu fýra bátar út av Hellunum. Tað var ”Royndin”, ”Karis”, ”Hvalurin” og ”Immanuel”.
So var tað Jóan Pauli Thomsen, hann leigaði ein bát frá Karl á Lag, sum kallaðist fyri ”Rosa”. Hann átti hann eisini eina stutta tíð, og lat hann so aftur til Karl á Lag. Men seinni leigaði hann ymiskar bátar úr Suðuroy til at rógva út við um várarnar. Tann fyrsti sum eg veit um at hann hevði, tað var ”Skortur”. Hann var tveymastraður og mundi vera um 14-16 tons. Hann varð keyptur til Víkahandilin seinni. Petur Klein hevði hann, og hann førdi sand við honum. Teir leigaðu ymiskar bátar. ”Føroyingurin” úr Vági var ein. Niklas Lassen, sum var motorpassari við ”Lauru”, var í Oyndarfirði og róði út árið fyri sum hann gekk burtur, so oyndfirðingar kendu hann væl.
Meira frá William Clowes
Eg kom at hugsa um fyrsta árið við William Clowes. Tað var í 1924. Tað vóru einir 6-7 viðingar við, og Jóan Magnus Thomsen úr Syðrugøtu var skipari. Hann hevði siglt við Magnus á Viðareiði og hevur kent nógvar viðingar. Tað vóru tríggir adventistar við, og teir komu við treytað av, at teir skuldu halda frí leygardag og fiska sunnudag. Teir vóru Jóannes í Innistovu, sum átti skonnartina ”Sjey Systkin”, sum hann lat byggja í 1932. Sonur hansara Henry var við fyrsta árið, hann var til skips, og so var tað Sofus Olsen. Jóannes var ein sovorðin kempa og sterkur maður. Hetta var annað árið, at gummistivlar vóru at fáa. Tað gekk illa hjá honum at fáa stivlar sum passaðu, tí teir vóru ov trongir í íferðina. Hann fekk so einar einaferð.
Eg minnist, at Jóannes stóð aftan fyri stórvantið. Dýpið sum Jóan Magnus royndi á Eysturlandinum var fyri tað mesta tvey stykki vatn. Jóannes hevði sovorðnar kreftir, at tá tað hálaði út, so koyrdi hann eitt tveypunds lodd afturat. Tí var loddið 14 pund, og tað vísti seg ikki at standa á hjá honum. Eg minnist, at hann fortaldi fyri mær seinni, tá eg onkuntíð hitti hann, at hann var so harmur um tað, at hann hevði dyrkað tvær traðir upp á Viðareiði, tí eingin var at taka aftur.
Hann átti tríggjar synir, og eg var saman við øllum trimum. Ein lítlan heysttúr í 1934 var eg saman við Ness og Aksel, teimum yngru.
Mundi doyð
í flotkeldu
Tað var í 1928 ella 1929, at eg var við ”Irex” á Skála. Eg hevði verið heima og hevði havt klæðini heim við mær. Nú skal eg fara avstað aftur, og tað er at fara til gongu eftir Heltnini. Sigfred beiggi mín, sum var 14 ára gamal tá, hann var við mær til at bera.
Tað var svalligt at ganga, so eg lat meg úr og gekk skóleysur og royndi at raka onkran vátan plett, har vi gingu. Tá vit komu yvir gøtumegna, og eg traðki einastaðni, har væta er, so er tað ein flotkelda. Nú føli eg ikki botn við fótinum. Eg kom at hanga sum í leysari luft, og eg kom at hanga á posanum. Tá føldi eg eisini líka sum ein lítlan pall, har eg kundi steðga á. Og so Sigfred at royna at hála meg upp. Eg hevði ikki komið upp aftur einsamallur. Hetta hevur verið eitt tað nærmasta, eg havi verið deyðanum, og so skuldi tað enntá vera á landi at eg mundi drukna. Ikki hevði eg sæst aftur heldur, um eg druknaði har. Teir gomlu plagdu at siga at fara undir heilt, men mangt kríatúr man hava fingið ta lagnu.
Grindabáturin
Í nýggjari tíð er ein bátsvanlukka hend í Oyndarfirði, og hetta var í eini grind í 1939 í Hvannasundi, og millum aðrar bátar var eisini eitt seksmannafar úr Oyndarfirði. Veðrið var gott, og tað gekk alt upp á tað besta, men meðan teir skera upp, helt onkur, at best var at skunda sær eitt sindur, tí tað var ikki vist, at veðrið fór at halda sær. Teir fara so avstað heim til Oyndarfjarðar, hóast tað var seint. Men tað gjørdist rættiligt ruskveður vestaneftir. Teir royndu at blaka grind út fyri at lætta um, men tað kom eitt so øgiligt rennikavaæl, og hildið varð, at tað var tá, at báturin holvdist.
Múlamenn høvdu eisini verið í grind og vóru við at bera grindina til hús, tá teir halda seg hoyra okkurt, men teir síggja einki í myrkrinum. Tó skiltist skjótt, at her ruggaði ikki rætt, og menn vórðu vaktir. Tá hoyrdust eisini neyðarróp. Teir fingu tó ikki sett bát út í Múla og ringdu inn í Sund at biðja teir fara at hjálpa. Tó batnaði veðrið kortini so mikið eina løtu, at teir fingu flotað bát í Múla. Oyndfjarðarbáturin var tá rikin yvir móti Viðareiðishellu, og bert ein maður var eftir á kjøli, og var hetta Hendrik á Kinn. Teir sum umkomust vóru Karl í Hálvmørk, Sofus Rinkustein og Hendrik í Heiríksstovu, allir av raskastu monnum. Eftir Karl sótu kona og trý børn, og eftir Sofus sat kona við ársgomlum soni. Hinir báðir vóru trúlovaðir.
Hendrik var rættiliga illa fyri, tá múlamenn komu til, men hann kundi greiða frá, hvussu nógvir, ið teir høvdu verið, og at hinir vóru farnir. Motorbáturin sleipaði so bátin inn í Sund, og hinir fingu Hendrik til hús. Hann var leiddur inn til Símun, sum fór í song við honum fyri at fáa hita í hann aftur. Hann var har norðuri nakrar dagar, til hann kom nakað fyri seg aftur.
Kundi eins væl
sjálvur verið farin
Eg kundi eins væl verið farin í hesi vanlukku. Tað var ein leygardag, at grindaboðini komu. Eg var staddur heimi í Stórustovu hjá Martin Klein. Her sat eisini Hendrik í Heiðrikstovu. Vit vóru allir kammeratar. Hann sat har, og hann ætlaði sær í grind, og hann trúgaði meg at koma við. Eg segði nei, mær dámdi einki at fara í kirkjutíð, tí tað fór at koma inn í kirkjutíð sunnudag, áðrenn vit komu aftur. Tað var tað síðsta hann segði við meg, tá hann fór úr stólinum, og vit sóust ikki aftur. Eg og Meinhard Emil, Meinhard Joensen, vit lossaðu tilfarið til húsini hjá Hendrik Hammer hendan leygardagin. Tað var fínasta veður, og Meinhard hevði fingið skaða í ein fingur. Tað gjørdi, at hann fór ikki við, teir vóru eisini kammeratar. Onkur hevði biðið lovað sær við men slapp ikki við. Eg minnist so væl tað sunnukvøldið. Um 9 tíðina koma vit av møti, og pápi Sofus Rinkustein, Klæmint Joensen, hugdi upp í luftina yvir Skarðið. Hann var so grískur yviri í Skarðinum. Tað var ein ótti tá á øllum. Tað vísti seg, at teir hoyrdu ymiskt fyri sær. Báturin hevði páhangsmotor, og tað var, sum um tey hoyrdu glintan. Eg fari so í song og frætti einki fyrr enn morgunin eftir um hesa ólukkuna.
Aðrar vanlukkur
So fari eg eftir torvi. Tað er gott veður, og eg komi í fylgi við Høgna Høgnesen á Grunnlendi. Vit komu at fylgjast fram á Helvtnina.
Kráirnar vóru so nær hvørjari aðrari fram við Halgafelli, sum vit rópa. So spyrji eg hann, um hann veit um bátar, sum fyrr eru burturgingnir úr Oyndarfirði.
Hann sigur, at tað vóru tveir bátar, sum hann visti um, og báðir høvdu mannskap av Grunnlendi, júst húsinum, sum hann var úr. Hann sigur árstalið nær tað var. Og tað var í 1749. Kumpassin kom aftur báðu ferð. Annar báturin gekk burtur fyri Fjallinum og annar úti við oyggjunum.
Um hesa tíðina fór ein neytakona í Laksá, hon var eisini av Grunnlendi. Tað varð eitt neyðarhús har, tí tað var einki mannfólk at arbeiða garðin. Tað merkiliga við tí er, at Freydis hevur kannað øll skjøl, og hon finnur onga staðni hetta skrivað uttan tað, at tað er skift eftir Jógvani Olsen á Grunnlendi í 1949, og tá er skilað til, at hann doyði á sjónum árið fyri.