Miðvingar gjørdu bart

Sundabáturin tryggjaði sær FM, men á ólavsøku megnaðu sundamenn einki at gera við Riddaran

Soleiðis sum tað hevur gingið tríggjar tær seinastu ferðirnar, soleiðis gekk tað eisini á ólavsøku.

Sundabaturin tryggjaði sær FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, men heldur ikki hesa ferð megnaðu teir á meistarabátinum at gera nakað við Riddaran úr Miðvági.

Tvørabáturin legði bragdliga fyri, og Sundabáturin hevði betri start, enn hann hevur havt undanfarnu ferðirnar. Riddarin var á triðja plássi fyrstu metrarnar, men so fekk hann ferð á, meðan tað eina løtu ikki hilnaðist so væl hjá Sundabátinum.

Riddarin stakk seg framum Tvørabátin og Sundabátin, og eina løtu var munurin ein heil bátslongd.

Í endaspurtinum fekk Sundabáturin rættiliga ferð á, munurin fram til Riddaran minkaði, men tað bar ikki til at taka miðvingar, sum kortini ikki kundu taka FM heitið frá sundamonnum. Hóast FM-sigurin, nívdi tapið manningina umborð á Sundabátinum.

– Vit blivu nummar tvey, og tað er lítið at fegnast um, gjørdi Elmar Joensen á Sundabátinum greitt. Hann vísti á, at teir ikki fingu endaspurtin at rigga.

– Riddarin kom innfyri okkum, og vit mistu tíggju tøk. Tað er ógvuliga vánaligt, men dómararnir eiga størstu skuldina av tí, metti Elmar Joensen, sum annars helt, at burtursæð frá tí gekk róðurin væl hjá teimum.

– At vinna á ólavsøku er altíð gott, men vit mugu so góðtaka hetta sum tað er, ásannaði ein heldur harmur Elmar Joensen.



Ólavsøkutíðin:

1 Riddarin 04:22.12

2 Sundabáturin 04:23.06

3 Tvørabáturin 04:24.07

4 Gongurólvur 04:29.02

5 Strálan 04:29.06

6 Hósvíkingur 04:29.07

7 Lómur 04:30.07

8 Kollfirðingur 04:32.00

9 Rádni 04:32.03

10 Jarnbardur 04:40.24

11 Fortuna 04:41.04

12 Víkingur 04:41.09


Støðan:

1 Sundabáturin (FM) 45

2 Riddarin 42

3 Tvørabáturin 38

4 Gongurólvur 25

5 Hósvíkingur 14

6 Rádni 11

7 Lómur 9

8 Strálan 6

9 Fortuna 4

10 Jarnbardur 2

11 Kollfirðingur 0

12 Víkingur 0


Myndatekstur:

Sundabaturin tryggjaði sær FM í kappingini millum 6-mannaførini við monnum, men heldur ikki hesa ferð megnaðu teir á meistarabátinum at gera nakað við Riddaran úr Miðvági

Mynd: Jens Kristian Vang