Miðvingar snýttu favorittarnar

Størsta sensatiónin á Eystanstevnu á Skálafjørðinum hevur higartil í dag verið sigursharrin í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.

Riddarin úr Miðvági legði bragdliga fyri. Eftir startspurtin løgdu miðvingar seg framum Tvørabátin, sum tóktist hava besta startin, og Riddarin megnaði at halda tørn um oddaplássið allan teinin. Tøkini vóru sannførandi, og undan endaspurtinum var Riddarin eina bátslongd frammanfyri Sundabátin, sum var fremstur í trimum teimum fyrstu róðrunum.

Sundabáturin hevði ikki góðan start. Men fjarstøðan fram til Riddaran og Tvørabátin var ikki størri enn ein skutur, tá ið startspurturin var av. Sundabáturin tók skjótt Tvørabátin, sum eftir góðan start, ikki stóð seg nakað serligt. Men tað gjørdist ongantíð spennandi. Í endaspurtinum royndu teir á Sundabátinum at gera ein vørr, men tað eydnaðist teimum ikki at bjóða sannførandi Riddaranum av.

 

6 mannafør menn

1 Riddarin 07:32.18

2 Sundabáturin 07:35.03

3 Tvørabáturin 07:39.16

4 Hósvíkingur 07:43.06

5 Gongurólvur 07:45.00

6 Rádni 07:51.15

7 Fortuna 07:52.17

8 Lómur 07:54.21

9 Jarnbardur 08:00.00

 

1 Sundabáturin 27

2 Tvørabáturin 23

3 Riddarin 21

4 Gongurólvur 16

5 Rádni 8

6 Lómur 7

7 Fortuna 4

8 Hósvíkingur 4

9 Jarnbardur 2

10 Víkingur 0