Fernisering verður í Listaskálanum í dag klokkan 17 í samband við, at Michael Kvium letur upp listaframsýning.
- Síggja vit tað, vit halda, ella halda vit tað, vit síggja ella er talan um nakað heilt triðja? Síggja vit veruliga bara tað, vit ynskja at síggja?
Michael Kvium setir okkum menniskjum spurningar: Hvørji eru vit, hvat eru vit, og hvussu fara vit hvør við øðrum? Ævigar spurningar um tilveru, sum hann setir fram neyvt og greitt.
- Hann heldur speglinum uppi framman fyri okkum, um okkum dámar tað ella ei. Illa slepst undan myndum Kviums, vanskeplaðar, ljótar, sárbarar og vakrar, sum tær eru og við einum innihaldi, sum snýr seg um forfall, einsemi, óhugna og deyða.
Listasavn Føroya sigur í tíðindaskrivi, at Michael Kvium sjáldan sýnir vatnlitamyndir sínar fram alment. Vanliga brúkar hann vatnlitamyndir sum skitsur og sum eitt inniligt amboð á ferðini.
Nils Ohrt, savnsleiðari, setir framsýningina í Listaskálanum klokkan 17 í dag,, og listamaðurin verður til staðar á ferniseringini.