Michael Laudrup fyri Harry Redknapp

QPR hevur snørið út eftir Michael Laudrup, eftir at Harry Redknapp mátti gevast

Harry Redknapp valdi brádliga at gevast sum venjari hjá Queens Park Rangers fyrsta dagin í feburar. London felagið ynskir nú, at fáa Michael Laudrup sum avloysara.

 

Harry Redknapp valdi at gevast vegna skaða. Tað ljóðar eitt sindur undarligt fyri ein venjara, men sannleikin er, at Harry Redknapp hevur so ring knø, at hann illa klárar at standa longur. Tí mátti hann hugtungur boða frá, at hann ikki kendi seg føran fyri at halda fram sum venjari.

 

QPR stríðist í botninum í Premier League og hevur snørið úti eftir Michael Laudrup, sum í dag er venjari hjá Lekhwiya í Katar. Bæði danskir og bretskir miðlar skriva í dag, at Michael Laudrup ikki er sinnaður at taka við nýggjari abvjóðing, fyrr enn hetta kappingarárið er liðgut.

 

Michael Laudrup hevur eisini verið settur í samband við starvið sum landsliðsvenjari hjá Japan. Michael Laudrup, sum í dag er 50 ára gamal, hevur fyrr verið venjari í Premier League hjá Swansea.