Michael Learns To Rock í Føroyum

Tann 9 mars verður konsert við Michael Learns To Rock í høllini á hálsi. Atgongumerkir kosta 220 kr, og kunnu fáast í kunningar stovuni í Havn. Billettir verða sendar um alt landið.

 

Michael Learns To Rock er uttan iva ein av teimun bestu donsku bólkunum nakrantíð, og eru teir eisini heimskendir. Tí verður tað sikkurt sera spennandi at fáa vitjan av teimun.

Michael Learns To Rock hevur fyrr verið í Føroyum, og tá dámdi teimun sera væl her, og teir gleða seg tí til at koma aftur til hetta flotta landið, siga teir.

Bólkurin varð stovanaður um várið í 1988, og longu sama árið vunnu teir tvær tónleikakappingar.

Árið eftir fingu teir eina plátukontrakt við danska plátufelagið Medley Records, og útgóvu teirra fyrstu single "The Actor".

Ì 1991 komu teir so út við teirra fyrstu fløgu, sum æt "Michael Lears To Rock". Í tveir mánar seldu teir meira enn 30.000 eintøk av henni.

Í 1993 kom so teirra næsta fløga út, "Colours", sum seldi yvir 1,1 millión eintøk og bleiv tann best seljandi danska fløgan nakrantíð.

Ì 1995 kom "Played On Pepper" út, sum eisini bleiv ein kanónsukses. Fløgan seldi uml. 100.000 eintøk í eitt hálvt ár, og lesarnir av teimun báðum donsku tónleikabløðunum Mix og Vi Unge valgdu Michael Learns To Rock, til ársins danska bólk 1995, og "That's Why" til ársins donsku single.

Ì 1996 útgóvu teir "Paint My Love - Greatest Hits", og hon seldi meira enn 2,5 milliónur eintøk .

Ì 1999 góvu teir ymisk Greatest Hits og Remix fløgur út umkring í verðini.

Michael Learns To Rock halda fram við at spæla saman, og teir klára tað gott, tí at við teirra 5. fløgu " Blue Night", sum varð útgivin í november í fjør seldu teir fyrsta dagin t.d 42.000 eintøk bara í Indonesiu.