Michael Schumacher gevst á toppinum

Sjeyfaldi heimsmeistarin og mest vinnandi formil 1 koyrarin nakrantíð Michael Schumacher gevst sum koyrari, men heldur fram í øðrum leikluti hjá Ferrari.



Formil 1
 
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
 
Tað var ein sera rørdur Schumacher, ið  á almenna tíðindafundinum eftir koyringina á Monza gav boðini um, at hann velur at gevast nú. Hann segði, at hann kendi, at hetta var rætta løtan at gevast. Hann segði, at hesi 30 árini, ið hann hevur verið í motorítróttinum, høvdu verið heilt serlig fyri hann. Og at hann hevði elska hvørja løtu, bæði tær góðu og tær ringu.
Við trygga sigrinum í dag, vísti Schumacher, at hann enn hevur nógv at geva ítróttinum, men hann velur altso at gevast á toppinum. Hetta er ein stórur missur hjá Ferrari og hjá øllum hesum ítróttinum.
Michael Schumacher viðgekk, at avgerðin at gevast hevði verið trupul, men at hann kendi, at hetta var rætta stundin.
Hann segði, at hann langtsíðan hevði fingið at vita, hvør avloysari hansara var, og tað var ein koyrari, ið hann var glaður fyri, at tað var hesin sum skuldi avloysa hann. Michael Schumacher vildi ikki siga, hvør avloysari hansara var, men stutt eftir varð almannakunngjørt, at talan var um Kimi Räikkönen, ið verður liðfelagi við Felipe Massa komandi kappingarár. Räikkönen hevur sáttmála fram til og við 2009, meðan Massa hevur longt sín núverandi sáttmála fram til og við 2008.
Avgerðin at gevast nú, var eisini knýtt, at Felipe Massa, ið var ein ómetaliga góður liðfelagi, og átti at fáa møguleikan at velja at halda fram í Ferrari, segði Schumacher.
Á almennu heimasíðuni hjá Ferrari sigur bilskaparin, at tá hetta kappingarárið endar, fer liðið sum vant at kunngera hvussu liðleiðslan verður komandi kappingarár, og millum annað verður nýggi leikluturin hjá Michael Schumacher í liðnum kunngjørdur.
Michael Schumacher er meira enn nakar annar vorðin ímyndin av formil 1. Nú gevst hann sum aktivur formil 1 koyrari. Hetta eftir yvir 15 ár í formil 1, harav 11 kappingarár hjá Ferrari. Michael Schumacher heldur nærum øllum metum í ítróttinum, frá 7 koyrara heimsmeistaraheitum, luttøku í at vinna 7 liðmeistaraheiti, 90 sigrum, 68 fyrstu byrjunarstøðum, 75 skjótastu umførum og 1354 stigum í sínum higartil 247 koyringum.
Við at gevast nú, er tað samstundis eitt met, ið Schumacher ikki fer at taka, hetta er metið fyri flestu koyringar. Eftir eru einans 3 koyringar hetta kappingarárið, so samlaða talið verður 250 koyringar, hetta er seks færri enn Ricardo Patrese, sum frá 70árunum til 90árini koyrdi 256 koyringar, skrivar ferrariworld.com.
Við sigrinum í dag, var eitt stórt fet tikið ímóti einum 8. heimsmeistaraheiti.