Tað stóð nógv á, men loksins eydnaðist tað. NSÍ skoraði 1-0 sigursmálið ímóti EB/Streymi, tá ið klokkan vísti 97 minuttir. Málskjútti var Michal Przybylski, sum varð skiftur inn, tá ið ein stórur tími var farin.
At EB/Streymur megnaði so væl at verja bar við sær, at NSÍ venjarin skifti tríggjar spælarar út. Saman við Michal Przybylski komu Brandur H. Olsen og Markus Klein Danielsen á vøllinum. Men leingi segði søgan tað sama. EB/Streymur, sum fyri fáum døgum síðani legði rygg til 7-1 tap á heimavølli í steypadystinum ímóti júst NSÍ, var støðugt væl skipað í verjuspælinum, og av og á hótti EB/Streymur í álopsstøðu. Eitt nú megnaði Thomas Bjørn Miezan fleiri ferðir av álvara at bjóða av.
Tíggju minuttir undan leikloki sá Búi Egilsson gula kortið fyri aðru ferð, og tað vísti seg at hava avgerandi týdning, at EB/Streymur í meiri enn eitt korter var undirmannað. Trýstið á málið hjá gestunum øktist støðug, og tað var fleiri ferðir um reppið, at heimaliðið skoraði, men Jóannes Davidsen var ein knassi millum stólparnar.
Og so var tað eftir 97 minuttir, at Michal Przybylski við høvdinum stýrdi bóltin í málið eftir framlegging frá Peturi Knudsen í vinstru og til handara stólpa.
Nú seks umfør eru avgreidd, er NSÍ topplið við 16 stig, og tá ið teir gulu og svørtu eru fýra stig frammanfyri teir næstu, so kann ikki sigast annað, enn at NSÍ í løtuni er FM favorittur.
Sunnudagin fer NSÍ yvir á Skála, og tá fær EB/Streymur vitjan av 07 Vestur.











