Michala Petri fær stóran heiður frá DR

Michala Petri fær heiðurin sum "P2 Kunstner 2019"

Blokkfloytusnillingurin Michala Petri er útvald sum "P2 Kunstner 2019" av donsku útvarpsstøðini P2, sum er útvarpsstøð hjá Danmarks Radio. Tað skrivar DR í dag. 

 

- Michala Petri er eitt fyribrigdi í donskum tónleiki. Sum blokkfloytuúrmælingur hevur hon í hálvthundrað ár útforskað blokkfloytuna, og við ótroyttiligari orku hevur hon lagt seg á odda í menningini av leikskránni hjá ljóðførinum, sigur P2-redaktørur Esben Tange við DR.

 

Hennara nýggja heiti sum P2 Listafólk fer at geva henni fleiri konsertavtalur o.a. við DR. Hon sleppur at luttaka í ymsum sendingum á P2, og DR fer eisini at senda fleiri av konsertum hennara í sjónvarpinum.

 

- Eg eri glað og lukkulig at verða útvald til P2 Listafólk 2019 og fyri at fáa størri tilknýti til DR, sigur hon í samrøðu við DR.

 

Í fjør var tað Den Danske Strygekvartet, ið fekk heiðurin. Oddamaðurin her er hálvføroyski Rune Tonsgaard Sørensen. Í ár er P2 listafólkið so aftur ein við tilknýti til Føroya. Michala Petri hevur føroysk hálvsystkin og er gift við føroyska Sunnleif Rasmussen. Hon er annars fødd og uppvaksin í Danmark, áðrenn hon fór til Týsklands at ganga í skúla sum smágenta. 

 

Í síðsta mánaða kundi Michala Petri hátíðarhalda sín 60 ára føðingardag og tað, at hon hevur verið 50 ár á pallinum.

 

14. februar 2019 verða P2 virðislønirnar handaðar.