Michelle fær 150.000 í endurgjaldi

Tey tíggju Brønderslevbørnini fáa øll endurgjald sambært rættinum.

Sakførarin hjá elsta barninum, gentuni Michelle, kravdi at fáa útvið eina millión í endurgjaldi, og sakførarin hjá hinum børnunum kravdi 100.000 í part til hvørt av børnunum.

Men endurgjøldini gjørdust kortini munandi lægri í rættinum í Hjørring í dag. Michelle endaði við at fáa 150.000 krónur í endurgjaldi. Michelle er dóttir til pápan í Brønderslev-málinum, men ikki dóttir til mammuna í málinum. Hennara egni pápi neyðtók hana javnan. Bæði foreldrini skulu gjalda 50.000 krónur, meðan pápin einsamallur skal gjalda 100.000.

Elsta dóttirin hjá mammuni fær 145.000 krónur, har faðirin í forholdinum einsamallur skal gjalda 100.000.

Hini átta børnini skulu hava 45.000 krónur í part, tó tey bæði yngstu 15.000 krónur.

Tað avgjørdi rætturin í Hjørring, tá endurgjaldskrøvini og revsiásetingin vórðu avgjørd í kvøld.