Miðflokkurin samanber koronu við fosturtøku

Tað er áhugavert, at færri doyggja av koronu enn av fosturtøku, alkoholi og øðrum, heldur Miðflokkurin

– Lesið áhugaverdu tølini, serliga tað seinasta.

 

Soleiðis skrivar Miðflokkurin á Facebook í dag aftrat einari mynd av nøkrum listaðum tølum, sum vísa deyðsorsøkir hjá menniskjum kring allan heimin frá 1. januar til 4. apríl í fjør.

 

Tað seinasta talið, sum Miðflokkurin vísir á, er fosturtøka - og har eitur talið á listanum 10,958,643.

 

Men tað áhugaverda er, at ovast á listanum stendur Coronavirus við talinum 59,226. Millum koronu og fosturtøku eru aðrar deyðsorsøkir sum eitt nú krabbamein, malaria og alkohol. Men korona er tann deyðsorsøkin við fægst deyðum, sambært hesum tølunum, sum annars eru frá tíðini, áðrenn koronufarsóttin var á sínum hæsta.

 

Hvat Miðflokkurin heilt konkret meinar við hesum, vita vit ikki. Men um ein ikki visti betur, so kann hesin listin geva eina fatan av, at korona er ófarligt í mun til hinar 11 deyðsorsøkirnar. At Miðflokkurin er ímóti fosturtøku er ikki nakað nýtt. Men tað kann tykjast margháttligt, at ein samgonguflokkur, sum eigur landsstýrismannin, ið ikki vil koppseta seg og sáar iva um koppsetingarætlanina hjá landsstýrinum, nú kallar tað áhugavert, at nógv færri doyggja av koronu enn av fosturtøku.

 

Tølini, sum Miðflokkurin vísir á, eru sum sagt ikki nýggj. Talan er um meira enn eitt ára gomul tøl, og um tey eru eftirfarandi ella ikki, vita vit ikki, men tey eru í øllum førum ikki representativ fyri støðuna í dag, tí tølini fyri aftaná 4. apríl eru ikki tikin við - og so hevði talið av deyðum við koronu verið væl hægri.

 

Og so er spurningurin, hvat Miðflokkurin sær sum ein størri trupulleika beint nú - fosturtøku ella koronu. 

 

Her er myndin, sum Miðflokkurin hevur lagt út:

 

##med2##