Miðflokkurin vil einar tryggar Føroyar, familjuna og rættin til lívið

Í morgun hevði Miðflokkurin sum hin síðsti í røðini framløgu av valskrá floksins

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

##med2##

 

Og tað vóru teir tríggir, ið hava myndað flokkinum síðani seinasta løgtingsval, Jenis av Rana, Bill Justinussen og Steffan Klein Poulsen løgdu fram í Norðurlandahúsinum í dag.

 

Har vórðu nevnd mál sum at lækka mvg á gerandis- og neyðsynjarvørum, um frítíðarkort til familjuna. Um eina grundleggjandi gjøgnumgongd av skattalógini við nýskipan í huga, um at ríku kommunurnar skulu lætta um hjá teimum neyðstøddu, um at barnafrádrátturin í landsskattinum skal hækka stigvíst í mun til barnatali, um at hjún skulu vera samskattað, um at seta í verk íbúðarstuðul og meira.

Hjúnalagið fylti eisini nógv á fundinum. Tað er Gudgivið og er bara millum mann og kvinnu, og ikki millum kvinnu og kvinnu ella mann og mann.

Abort og rætturin til lívið var eisini á skránni. Rætturin til lívið skal staðfestast við lóg.

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði á FM1 á middegi við Jenis av Rana.

 

##med3##

 

##med4##

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins

Stefan Klein Poulsen, fyrrverandi løgtingsmaður floksis. Hann fór úr tinginum, tá Jenis av Rana varð frákoyrdur sum landsstýrismaður og harvið fekk sæti aftur á tingi