Miðil: Biden vísir stúran við sær sjálvum sum valevni

Biden hevur ikki ráð til at funnist verður at honum fyri at tapa eitt orðaskifti. Hetta hevur hann eftir øllum at døma viðurkent.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og konan Jill Biden Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix

Sambært New York Times hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, sagt við ein ”sera týðandi sameindan”, at hann umhugsar, um hann kann bjarga sær sum valevni til forsetavalið eftir atfinningarnar fyri kjakið í farnu viku.

Amerikanska blaðið, sum ber søguna í dag, skrivar ikki, hvør tann sameindi er. Viðkomandi tosar dulnevnt fyri at kunna tosa um eina kensluborna støðu, skrivar blaðið.

Sambært persóninum er Biden framvegis nógv við í royndini at verða afturvaldur.

Men hann skilir eftir øllum at døma, at hann komandi dagarnar skal sannføra almenningin um, at hann er førur fyri at avgreiða forsetastarvið.

Hetta er millum annað galdandi undir samrøðu fríggjadagin við ABC News og kampanjutiltøk í Pennsylvania og Wisconsin.

Hvítu Húsini svaraðu ikki beinanvegin áheitanini hjá blaðnum um eina frágreiðing.

Í gjár gjørdist Lloyd Doggett fyrsti demokratiski kongresslimurin, sum heitti á Biden um at taka seg úr forsetavalstríðnum.

Hetta gjørdi hann millum annað eftir avrikið hjá Biden í einum kjakfundi við Trump í síðstu viku. 

– Hann (Biden, red.) veit, at um hann hevur tvær hendingar afturat sum hesar, so eru vit á einum øðrum stað, sigur ónevndi persónurin.

Yvirskriftin á greinini í New York Times ljóðar, at Biden hevur sagt við ein sameindan, at hann umhugsar, um hann skal halda fram í valstríðnum. Sjálvur teksturin í greinini vísir tó ikki beinleiðis til tær viðmerkingarnar.

 

/ritzau/Reuters

 

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, og konan Jill Biden Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix