Miðja eftir at flúgva til USA í august

Í fyrstuni er ætlanin at flúgva beinleiðis ímillum Føroyar og New York um heystið og um várið

Nú eru fleiri ár síðani, at Atlantsflog kunngjørdi, at tey ætlaðu at fara undir beinleiðis rutuflúgving ímillum Føroyar og USA.

 

Men tað hevur drigið út. bæði av koronu og tí at tað hevur verið strævnari enn væntað at fáa alt pappírsarbeiðið, og øll loyvi, avgreidd.

 

Jóhanna á Bergi sigur, at nú eru bara nakrir snøklar eftir at fáa í rættlag, eitt nú skulu amerikansku loftferðslumyndugleikarnir góðkanna flogvøllin í Vágum og tað er ikki avgreitt enn.

 

Hon sigur, at fundur verður í næstum um spurningin og nú væntar hon, at tey seinastu viðurskiftini verða fingin í rættlag. Og tá ið alt er fingið í rættlag, verða ferðaseðlarnir lýstir til sølu.

 

Sostatt er endamálið at fara undir rutuflúgving ímillum Føroyar og USA í august. Ætlanin er so at flúgva nakrar túrar í august og september, og so verður flúgvingin tikin upp aftur næsta vár.

 

Ætlanin er at flúgva um várið og um heystið og ikki mitt um summarið, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Men hon hevur áður sagt, at ætlanin er at økja túratalið so líðandi ár um ár, so at talan verður mestsum um flúgving alt árið.

 

Tá ið Atlantsflog fer at flúgva til USA, verður til Stewart flogvøllin, sum liggur í útriðini av New York, og haðani tað er stutt at koma inn í býin og ferðasambandið er gott.