Midnáttarrøða á Gøtusandi

Mentamaður Frits Johannesen úr Fuglafirði helt røðu í sambandi við Gøtustevnuna 22. juli

Á Jesusar døgum varð sagt: Kundi man væntað nakað gott koma úr Nazaret? Soleiðis var havt á munni , tá ið onkur kom og setti seg niður sum fremmnadur úr aðrai bygd. Og so kundi verið spurt:? Kemur nakað gott úr Fuglafirði, ella úr Gøtu??

Ikki so fáir fuglfirðingar hava sett seg niður í Gøtu og ikki fá fólk úr Gøtu hava sett seg niður í Fuglafirði. Ikki fert tú á skeiva leið, tá ið sagt verður, at væl er komið burtur úr. Tað er fáa staðni um ta víðu verð, at úrslitið hevur verið so gott sum hjá Eyðgerð og Berguri ? hon úr Gøtu, og hann úr Fuglafirði. Tey megnaðu at fáa eitt heilt fótbóltslið á vøllin við vælvaksnum dreingjum á Varmakeldu. So gott úrslit spurdist burtur úr hjá teimum.

Fuglafjørður er so innibyrgdur. Har er so mangur ungur, sum hevur droymt seg burtur í annan heim. Tað er sum í bókini Lognbrá hjá Heðini Brú, Høgni droymir um Oynna Stóru. Hon lá handan fjøll og skorðar. Har var tann fremmanda gentan, og hon hugdi at Høgna so undarliga bangin og biðjandi við sínum stóru bláu eygum og sínum fagra gula hári. Hon búði á Oynni Stóru.

Í Fuglafirði var dreymurin: Hvat var hinumegin Varmakeldueiði? Skaldskapurin var ikki einans í bókini hjá Heðini Brú, men hann livdi í øllum teimum ungu hjørtunum. Meg minnist væl fyrstu ferð, tá ið komið varð út um Varmakeldueiðið. Aldri á ævini hevði tú sæð so langan dal og so langan veg, sum ringdi seg niðan dalin, sum miðgarðsormurin. Kundi nakar vegur og dalur vera longri í verðini? Og her búðu fólk, tí niðan eftir tí langa vegnum komu tveir mans so hóvliga - Øregaard og Sofus hjá Karli.

Tey gomlu tjørubræddu húsini talaðu sína millum og róstu tí svørtu kirkjuni við tí hvíta torninum. Hetta var Norðagøta. Ikki tordi tú at hyggja upp, tú bara rodnaði, tí kanska búði gentan við teimum stóru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum í Norðagøtu?

Ikki bara tað, at her vóru eygu, ið hugdu eftir tær ? her var ikki so innibyrgt sum inni í Fuglafirði. Tú sást eystur í hav, og hvat var har? Vóru flotoyggjar har, ið krógvaðu seg handan sjónarringin? Ja, tað var tað. Tú kundi kanska farið onkran dagin har við Sofusi, Pride, Smirli ella Polaris og vita, um so var. Jú, har vóru pálmar og dadlur. Tú kundi bara rætta teg upp og taka dadlurnar, ið hingu so tættar á greinum og trøum. Tú slapst frá at fara oman í Glæmuna ella Pidda, at keypa dadlur. Víndrúurnar vóru so saftigar, at ein ? ja, bert ein var nóg mikið til ilurin fór út í nælsrøturnar. Undir pálmunum dansaðu tær ungu genturnar í tí lýggja summarlotinum. Tær høvdu blá eygu og fagurt gult hár. Hárið livdi ímillum greinar og trø. Bara eg slapp út hagar ein dag ? kanska, men tú vart í Gøtu, og tað var so fjart frá Bakkanum í Fuglafirði. Hetta var so nógv longri enn heim í Gjógvara. Ja, satt at siga átti tú at steðga á her, sum Bergur gjørdi, so hevði avkomið títt í dag mannað ein seksaring .

Tað vóru tey, sum fóru út og kannaðu hesar flotoyggjar. Summi komu aftur, men nøkur vóru verandi. Men fyri tann unga fuglfirðingin var Gøta tann fremmanda verðin og fremmandi heimur, sum bara var til í ævintýrum. Faðir var í Suðuríshavinum sum heilt ungur, og hevði ein kona á munni í Fuglafirði: Lukka, Theodor hevur verið víða, men so fekk hann sær bara konu úr Oyndarfirði! Bara,_.. ja, og onkur fekk sær bara konu úr Gøtu. Mundi hetta ikki vera eins gott sum at hava konu av Bermuda?

Pól Klein, ættaður frá Gjógv, sigur einastaðni frá, tá ið W.U. Hammershaimb var seinastu ferð við Gjógv(14.juli 1878) og segði farvæl, fylgdi øll bygdin honum á leið. W.U. Hammerhaimb lýsti vælsignilsi yvir mannamúgvuna, tá ið tey skildust. Eftir hetta tók Pól Klein seg burtur frá og setti seg í einingi og kom hetta fram fyri hann. Tað vóru liðin 8 ár síðani 2 áttamannafør frá Gjógv gingu burtur á Norðhavinum, og nú hevði hann sum 20 ára gamal drukkið vatn saman við unnustu síni á Varmakeldu hetta árið. Gentan kom úr Oyndarfirði. Soleiðis kunnu vit nevna fleiri dømir um gentu og drong, sum blivu góð hvørt við annað á slíkum stevnum. Ofta úr hvør sínum herðashorni í landinum, men tær nýttist ikki at fara longur enn til Gøtu. Tað gjørdi Bergur, og tað var gott.

Tað, at føroyingar fóru upp um fjøll, um firðir og sund til . jólabygdir ? nýggjársbygdir? á Varmakelduveitslu og fóru til Gøtu at dansa á Kyndilsmessu o. s. fr. , hevur gjørt tað, at vit eru so fræg, sum vit eru. Um gøtumenn bert vóru í Gøtu og fuglfirðinag bert í Fuglafirði, høvdu vit havt tríggjar fingrar á hvørjari hond tvær tær á hvørjum fóti, ja, so var einki fótbóltslið hjá Eyðger og Berguri, og í sjálvum sær eingin fótbóltur. Vit skulu vera glað, at soleiðis ikki bleiv, tí við byrjan av 18. árhundrað vóru bert uml 5000 fólk í øllum Føroyum, og ikki kann sigast annað enn, at væl er komið burtur úr.

Tað er neyðugt at koma saman, og tað er neyðugt at hava stevnur. Nú eru stevnurnar vorðnar summastevnur. Tað er gomul siðvenja at leita saman til álvara og gaman, men so er tað hitt, at onkur fer at skavast á fyrsta sinni - hon norðast av landi og hann sunnast av landi_ ja, og kanska verður onkur fuglfirðingur ásttikin í nátt í onkrari gøtugentu og fer at drekka av kærleikskelduni saman við hesum fljóði á fyrsta sinni á hesi stevnu. Hvør veit? Og ikki kann annað sigast, at tað er gott, ja, tað er kanska tað besta, sum spyrt burttur úr stevnufagnaðinum.

Jú, vit rodnaðu upp um bæði oyru, tá ið vit komu út um Eiðið.Í dag er annað bedatt. Nú taka ung ein ? Fjallarev? á bakið og fara kring tann víða heim uttan at rodna , men eg ivist onga løtu í, at tey eisini droyma sínar dreymar - kanska á ein annan hátt. Tey hava ein annan kosmiskan hugburð, eitt annað hugfar enn vit, sum vóru ung fyri umleið 40 árum síðani. Tey hava sínar flotoyggjar og droyma um sína Stór oyggj, har gentan býr við teimum bláu eygunum og tí fagra gula hárinum. Tey duga eins væl at finna tað rætta stevið í lívsins avbjóðingum, duga eins væl at elskast, føra seg fram og siga frá, og ikki at tala um at yrkja, skriva, mála og syngja.

Jú, sanniliga er nógv gott komið úr Gøtu. Vit kundu lagt út við GÌ og fótbóltinum, Felagskórinum Gøta-Leirvík, Tøting, Harranga , nevnt Arnleyg og Tummas, sum alla sína ævi stríddust fyri Blásastovu. Tey settu ein prýðiligan varða eftir seg við teimum gomlu húsunum kring kirkjuna. Tak bara Petur Jensen, Petur Prent, Tummas Jákup Thomsen, Jan Zachariassen, Jákup Zachariassen, Ósbjørn Jacobsen, Símun Konoy og yndisiliga sprundi Eivør Pálsdóttir. Hon má verða gentan við teimum føgru bláu eygunum og tí fagra gula hárinum.

Jú nógv gott er í Gøtu og nógv gott er komið higani. Um nakað gott er komið úr Fuglafirði, kunnu onnur meta um. Men lat okkum hesa summarnáttarløtu - ungur sum eldri, droyma okkum burtur í rúsandi ástarleik. Henda summarnáttarstundin er ein av teimum allar fagrastu, tú kanst hugsa tær, ein skygging, sum Pól F. eisin hevði tikið til sín.


Og løtan, hin signaða ríka,

Tíðin legg tínar veingir

á kvirru ástheitu nátt saman, bert hesa stund,

á lat meg í kossinum doyggja,

meðan eg sælur kyssi

tá hvíli eg æviga gott. mítt sólfagra ástarsprund.


Frits mentanarpallinum. Innan tónleik, yrking, sjónleik, málningalist, handverk og aðra skapandi list - í ítrótti - grógva nýggjar blómur fram allastaðni. Sum hóast trong kor skapa virðir, sum ongin hevði trúð gjørlig. Í fjør: 40 fløgur við upprunaligum føroyskum tónleiki. Tað hevði svarað til, at meira enn 10 upprunaligar fløguútgávur komu út í okkara størru norðurlendsku grannalondum ? um dagin. Føroysk symfoni. Kórsangur á altjóða støði. Framsýningar, handverk og list. Altjóða úrslit í ítrótti.

Vinnuliga skínur morgunsólin bjartari enn nakrantíð. Okkara fiskivinna er nú um at gerast ein sjálvstøðug vinna, sum klárar seg uttan studning. Tað, sum mong hildu ikki fór at bera til, tað bar til. Fólkini í alivinnuni hava lagt lunnar undir eina vinnu, sum nú er ein stórur partur av okkara tjóðarinntøku. Tað, sum mong hildu ikki fór at eydnast, tá sjúka og húsagangir herjaðu, tað hevur eydnast.

Eisini landsbúskaparliga er morgun í Føroyum.

Okkara ovurhonds stóra og skammiliga uttanlandsskuld, sum var ein standandi áminning um tað ábyrgdarloysi sum valdað hevði, verður afturgoldin við rúkandi ferð.

Yvirskotið hjá tí almenna nú er nærum líka stórt sum blokkstuðulin úr Danmark. Tað manglar bara heilt lítið í at vit klára at svara hvørjum sítt við teimum virðum, sum verða skapt við okkara egnu framleiðslu.

Vit síggja nú at tað ikki er nøkur náttúrulóg at føroyingar mugu lyftast og stuðlast og matast fyri at klára seg. Fara vit skilvíst og hóvliga fram, so klára vit at standa á okkara egnu beinum sum aðrar tjóðir. Vit fara sjálvsagt klára at gjalda fyri okkara egnu vælferð, fyri okkara eldru og hava ábyrgd fyri teimum, ið tørva hjálp. Alt annað er óvirðiligt og sjálvsøkið.


Vit hava framíhjárættindi

Og fólkaræðisliga lýsir fyri degi:

Ein grundlógarnevnd situr og smíðar ein karm um okkara samfelag, sum skal vera grundaður á okkara egnu søguligu og mentanarligu virði.

Úr teimum virðum, sum vit fagna á ólavsøku, skulu hesi fólk evna ein hornastein, sum skal vera sjálvt tað politiska grundarlagið undir okkara samfelag í framtíðini. Tey viðgera tey grundleggjandi virðini fyri okkara fólkaræði, okkara ábyrgd og samstarv við aðrar tjóðir og umsitingina av okkara virðum.

Vit fara øll at kunna taka støðu til uppskotið.

Hetta er í veruleikanum eitt privilegium ? ein framíhjárættur, sum er fáum ættarliðum og fólki beskorin. Tað leggur eina stóra ábyrgd á okkum og tað er upp til okkum, hvussu vit velja at taka við henni.

Vit liva í eini spennandi tíð. Tað er morgun í Føroyum. Lat okkum halda ólavsøkuna her mitt í sjónum. Her mitt í øllum vøtnum. Og lat okkum eisini eftir ólavsøku fáa tað at syngja, at vit eru her.

Góða ólavsøku.


Høgni Hoydal