Miðverjan var álitið

Tað er neyvan áður komið fyri, at Jens Martin Knudsen hevur havt so lítið at takast við, sum hann hevði leygardagin

Jens Martin Knudsen, GÍ 30 ár/42 landsdystir/0 mál: Hevur ongantíð havt so lítið at gera, sum hann hevði hesa ferð. Bjargaði meistarliga væl, tá rangstøðufellan kiksaði heilt tíðliga. Málini kundi hann einki gera við. Útspælið var sum heild gott, og spørkini vóru ofta longri, enn tey áður hava verið. Píndi áskoðararnar, tá hann tóktist at taka sær av løttum eftir afturleggingar, sum álopsmenninir vóru um reppið at fáa fatur á, áðrenn hann sendi tær fram á vøllin.


Allan Mørkøre, HB 25/36/1. Venjarin hevði tikið Mørkøre mannin fram um Henning Jarnskor á vongverjanum, sum hann eisini hevur røkt tvær tær undanfarnu ferðirnar. Royndirnar gera, at hann hevur sjálvsálit og torir at bjóða seg til og spæla. Onkra ferðina var hann frammi við og legði innfyri, men tað var ikki ofta. Hevði nógvar samanbrestir við Edvard Lasota, og tóktist eina løtu í 2. hálvleiki at vera rættiliga rísin inn á mótstøðumannin og dómaran, og tað endaði við, at vongverjin fekk einasta føroyska gula kortið. Brotssparkið var harðliga dømt, men tað var púra óneyðugt og átti ikki at komið fyri hjá so royndum spælara.


Óli Johannesen, B36, 25/31/1. Hevði gott tak á eftiransingini og valdi altíð einfaldu loysnirnar í avspælinum. Var eina ferð orsøk til, at ein rangstøðufella kiksaði. Fór onkra ferðina fram á miðvøllin at bjóða seg til í álopsspælinum og endaði í 1. hálvleiki eitt álop, sum hann sjálvur hevði sett í gongd aftarlaga í høgru, við innleggi av vinstra veingi.


Jan Dam, HB, 28/35/1. Spældi aftastur í verjuni, og tað gjørdi hann sera sannførandi. Avrikið var tað mest sannførandi av øllum. Jan Dam dugdi stak væl at lesa spælið, hann taklaði myndugleika og reint (slapp tíbetur undan gulum korti), og hann var bæði tryggur í avspælinum og tordi at snýta mótstøðumenninar á váta vøllinum. Sunnudagin fylti Jan Dam 29 ár, og við landsliðsavrikinum gav Jan sær sjálvum eina góða føðingardagsgávu.


Pól Thorsteinsson, VB, 23/6/0. Staðfesti enn eina ferð, at hann eftir mettíð er vorðin so fastur maður á liðnum, at afturvalið er upplagt hvørja ferð. Ein ferð var hann orsøk til kiksaða rangstøðufellu, men bæði í eftiransingunum, støðunum og avspælinum var vágbingurin sera sannførandi.


Øssur Hansen, GÍ, 26/27/1. Serliga í 1. hálvleiki vóru nógvar av føroysku álopsroyndunum í vinstra borði, har Øssur tók dúgliga lut, m.a. átti hann innleggið, sum var um at geva mál, tá Jan Allan Müller royndi seg. Seinna umfarið datt spælið meiri í hitt borðið, og tí var Øssur ikki so sjónligur. Verjusparturin var lættari, enn hann ofta hevur verið, tí kekkarnir royndu seg ikki so ofta við yvirlappingum, sum onnur lið hava gjørt.


Magni Jarnskor, GÍ, 28/25/0. Hátíðarhelt 25. landsdystin, sum hann neyvan fer at minnast sum ein av teimum bestu. Magni Jarnskor var liðformaður, og hann royndi at ganga undan, bæði í orði og verki, tá tað ráddi um at stríðast. Men tað gekk illa at finna røttu støðurnar, eftiransingarnar vóru ikki nóg góðar, og uppspælið kom ongantíð fyri seg. Útskiftingin var upp á sítt pláss.


Jens Kristian Hansen, B36, 26/20/1. Hevur verið millum teir bestu í ár, men hesa ferð gekk minni væl. Í Kekkia sást einki til, at sjúkralegan hevði tikið uppá miðvallaran, sum tá var miðverji, men hesa ferð var hann ikki væl upplagdur. Tøvdi nógv, og tóktist ikki hava orkuna, sum hann hevur havt fyrr í ár. Fataði ikki tvørsending frá Jan Dam, og tað var mistakið, sum í síðsta enda hevði fyrra málið við sær. Lá til eina útskifting, men hon kom ongantíð.


John Petersen, B36, 25/13/1. Hevði til setning at vera stuðul aftanfyri teir báðar álopsmenninar, men kom sera sjáldan til henda leiklutin. Kendi seg noyddan at fara langt aftur at hjálpa til við verjupartinum, men sum hjá hinum miðvallarunum gekk heldur ikki væl hjá John at fáa fatur í mótstøðumonnunum.


Jan Allan Müller, Esbjerg, 28/32/4. Tóktist væl upplagdur og arbeiddi nógv fyri at skapa pláss. Tað sást onkuntíð, at manglandi skjótleikin darvaði, tá tað var lagt upp til snarálop og kapprenning við skjótu miðverjarnar, men tað var eitt sindur óvantað, at hann varð tikin út, og hann tóktist heldur ikki sjálvur at vera fegin um útskiftingina. Var á rætta staðnum røttu løtuna og hevði bestu føroysku royndina ímóti málinum.


Todi Jónsson 25/27/8. Tað hoyrdist á lógvabrestunum og rópunum, tá spælaranøvnini vórðu lisin upp, at áskoðararnir roknaðu við nógvum frá einasta fulltíðar yrkisspælaranum. Og tað byrjaði væl, tá hann sleit seg leysan og sendi omanfyri. Men síðani sást millum lítið og einki til Toda, sum var sera væl eftiransaður og onga aðra ferðina fekk møguleikan við bóltinum at fáa ferð á frameftir. Skoraði við góðum skoti, men varð dømdur at vera rangstaddur.


Sámal Joensen, GÍ 22/3/0. Kom inn á miðvøllin síðstu átjan minuttirnar, og stóð seg væl, bæði í eftiransingunumum og í samanspælinum. Hevur báðu ferðirnar ímóti Kekkia víst, at tað eigur at verða roknað við honum, og hann er væl nærri einum plássi ímillum teir fyrstu ellivu, enn hann var fyri trimum vikum síðani.


Uni Arge, HB, 26/16/3. Fekk møguleikan í álopinum síðstu átjan minuttirnar, men tá var lítil futtur í frameftir, og tískil varð uppgávan hjá honum meiri verjukend enn álopskend. Tóktist hugagóður og hevði kropsstyrkina, sum onkur av hinum manglaði. jh