Mikael Viderø oman aftur á Vaglið

Hann skal nú verða tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu.

Tórshavnar Býráð hevur nú fingið nýggjan tekniskan stjóra.

Tað er Mikael Viderø, sum nú verður nýggjur tekniskur stjóri hjá Tórshavnar Kommunu.

Annars hevur hann verið leiðari á byggideildini á Landsverki seinasta hálvtriðja árið, áðrenn hann nú fer oman á Vaglið.

Sostatt fer hann nú aftur í starv hjá Tórshavnar kommunu, har hann var býararkitektur frá 2003, til hann fór í starv á Landsverki á sumri 2012.

Hetta merkir, at Landsverk skal hava nýggjan leiðara til byggideildina og tað fara tey at søkja eftir í næstum.