Mike Dean viðgongur stórt mistak

Brotssparkið kostaði Arsenal øll trý stigini ímóti West Bromwich. Dómarin viðgongur nú mistakið.

Tað var ikki eitt rætt dømt brotsspark, tá ið West Bromwich nýggjársaftan fekk tillutað eitt brotsspark í evstu løtu ímóti Arsenal í Premier League. Jay Rodriguez gagnnýtti brotssparkið, og so endaði dysturin við 1-1-javnleiki.


Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, var frá sær sjálvum inn á dómaran, Mike Dean, sum dømdi brotsspark eftir at bólturin stakk í hondina á Calum Chambers, og Wenger fekk seinni tríggjar dystir leikbann og smáar 340.000 krónur í bót.


Mike Dean hevur viðgingið, at brotssparkið ikki var rætt dømt. Tað avdúkar dómaraleiðarin, Mike Riley.


- Eg veit, at hann er ein ógvuliga erligur maður, og hann veit, at hann tók feil, sigur Mike Riley í samrøðu við Daily Express í sambandi við at Premier League-dómarar í næstum fara at royndarkoyra sjónbandahjálpina, ta sokallaðu Video Assistant Referee-skipanina.


- Hann dømdi brotssparkið sambært tí, sum hann sá á vøllinum, har ein armur nærkaðist bóltinum, men úr einum øðrum sjónarhorni vísti tað seg at vera beint øvut, sigur Mike Riley.