Mikines-málningur seldur fyri 416.000 krónur

Talan er helst um dýrasta føroyska máling, sum nakrantíð er seldur, tá ein málingur eftir føroyska listarmannin Sámal Joensen-Mikines fyri løtu síðani varð seldur á uppboðssølu.

Tað var navnframa uppboðssøluhúsið Bruun-Rassmussen í Keypmannahavn, sum hevði málningin á uppboðssølu.

Talan er um málningin Morgensol, Færøerne, sum er málaðurin seinast í fýratiárunum. Hann er málaður í olju á lørift, og støddin er 115x140cm.

Men tveir aðrir málningar eftir Mikines vórðu eisini seldir, so tilsamans vóru málningar hjá Mikines í dag seldir fyri 682.500 krónur. Men tá er ómaksgjald hjá uppboðssøluhúsinum upp á 30 prosent lagt oman á prísin.

##med4##

Tann dýrasti málningurin fór fyri 320.000 krónur, men tá ómaksgjaldið varð lagt omaná, var prísurin 416.000 krónur

##med2##

Málningurin »Skt. Hans Bål. Sign. S. J. Mikines 62. Olie på lærred. 101×126«, varð seldur fyri 130.000 krónur, men við ómaksgjaldi var prísurin 169.000 krónur.

##med3##

Triðji málningurin hevði eitt føroyskt myndaevni og kallast »Udsigt fra Mykines, Færøerne. Sign. S. J. Mikines. Olie på lærred. 62×80«.

Hann varð seldur fyri 75.000 krónur. Men við ómaksgjaldi var prísurin 97.500 krónur.