Mikkel Dahl hevur spælt sín seinasta dyst fyri HB. Sáttmálin gekk út 31. oktober og partarnir eru ikki komnir ásamt, um at leingja sáttmálan, eftir at kappingin um Løgmanssteypið bleiv flutt til í november og desember.
- Alt gott fær ein enda, og nú er tíðin komin at siga farvæl og takk við HB. Eg havi fingið nakrar upplivingar, sum eg aldrin fari at gloyma. Tey siga, at ein mynd sigur meir enn túsund orð. Hendan myndin lýsir væl mína tíð her, sigur Mikkel Dahl, ið hevur lagt ein mynd, har hann smílist á Facebook.
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Mikkel Dahl ikki fór at halda fram í HB, og at tað vóru avbjóðingar við at finna eina loysn til dystirnar í kappingini um Løgmanssteypið, sum skuldu havt verið spælir, men nú eru fluttir til í november og fyrst í desember. Hann hevur eisini verið settur í samband við KÍ.
Mikkel Dahl skoraði heili 27 mál í landskappingini í ár. Tað er nýtt met. Hann tekur metið frá Klæminti A. Olsen, ið skoraði 26 mál í 2019.