Danmark og Noreg brustu í dag saman í einari sannari bólkafinalu í bólki C í HM-endaspælinum í hondbólti, har bæði londini undan dystinum í dag høvdu vunnu allar sínar fýra dystir. Dysturin varð spældur í Herning.
Danmark legði best frá landi og kom á odda 4-1, og hóast Noreg nakrar ferðir var tætt við at javna og minkaði niður í bæði 7-6 og 11-10, so økti Danmark aftur og fór til hálvleiks á odda 17-14.
Heimaliðið fekk eisini eina dreymabyrjan upp á seinna hálvleik og var eftir fyrstu fimm minuttirnar á odda 20-14. Hetta grundlegði ein 30-26-sigur, har stórskjúttin, Mikkel Hansen, gekk á odda við heili 14 málum.
Á høgra vongi spældi Lasse Svan Hansen, men Jóhan á Plógv Hansen var á vøllinum eina løtu í fyrra hálvleiki og misnýtti sína einastu skotroynd.
Sigurin hjá Danmark hevur við sær, at teir fáa mest møguliga stigatalið við sær til millumspælið, har Danmark skal spæla ímóti Svøríki, Ungarn og Egyptalandi. Noreg er eisini víðari, og skal møta somu londum sum Danmark.