Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin skal í morgin greiða frá gongdini í Eik Banka málinum í opnum samráði í fólkatinginum. Tað er Høgni Hoydal, fólkatingslimur, sum vegna Norðuratlantsbólkin hevur kallað ráðharran í samráð.
Brian Mikkelsen skal svara uppá, um hann gav politiska tilsøgn til Fíggjareftirlitið um at fara undir at seta Eik Banka givnu treytirnar, áðrenn landsstýrið varð kunnað, soleiðis sum Dimmalætting hevur endurgivið hann fyri 8. oktober 2010.
Høgni Hoydal vil eisini hava at vita, um nakar annar banki hevur fingið slíkar treytir frá Fíggjareftirlitinum og so stutta freist, sum Eik Banki í hesum førinum fekk. Harafturat skal Brian Mikkelsen geva eina meting um, um eitt nú Danske Bank, Nordea ella aðrir størri danskir bankar høvdu klárað at liva upp til somu krøv, sum Fíggjareftirlitið setti Eik Banka.
Brian Mikkelsen verður á samráðnum biðin um at greiða frá, hví hann og Fíggjareftirlitið av fyrstan tíð søgdu, at tað var danska deildin hjá Eik Banka, sum elvdi til tiltøkini og krøvini mótvegis bankanum, men tá krøvini um nýggjan kapital komu frá Fíggjareftirlitinum, kravdust nærum eins stór upphædd til Eik Banka í Føroyum sum til Eik Banka í Danmark. Nevniliga eina milliard krónur til føroyska bankan og 1,3 milliardir til danska bankan.
Høgni Hoydal ynskir eisini at fáa greiðu á, hvør kann setast til svars fyri og vátta, at framferðin hjá Fíggjareftirlitinum hevur verið saklig og røtt, og at metingarnar eru á leið rættar.