Mikkjal: AB gjørdi tað trupult fyri okkum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá KÍ gevur AB kreditt fyri teirra avrik, men heldur eisini, at KÍ átti brotsspark

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná hann hevði sæð sínar menn tapa 1-3 ímóti AB á Argjum í dag.

 

Mikkjal Thomassen staðfestir, at AB eigur kreditt fyri at gera tað sera trupult hjá KÍ í dag. Høvuðsvenjarin hjá KÍ ergrar seg tó um, at teir gloymdu at demma upp fyri Dion Splidt hjá AB, tí teir hava sæð á sjónbondum hvussu hann rennur í dúpdina og kemur til málmøguleikar. Hetta yvirsóu KÍ-spælararnir ta fyrstu løtuna.

 

Mikkjal Thomassen heldur tó, at hansara menn reistu seg væl eftir skelkin og stríddust væl. Hann sigur, at hann frá kappingarbyrjan hevði væntað eina javna kapping har einki fór at verða avgjørt fyrrenn í seinasta umfarinum.

 

Eins og liðskiparin, Páll A. Klettskarð so heldur Mikkjal Thomassen avgjørt, at KÍ átti brotsspark, tá støðan var 1-0 til AB.