Mikkjal: Eg vóni at Páll Klettskarð kemur til KÍ (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu KÍ vann 2-0 á Skála, og hoyr viðmerkjaran, Svenn Ó. Olsen og KÍ-venjaran, Mikkjal Thomassen seta orð á tað

##med2##

KÍ verður eisini oddalið í Betrideildini aftaná 13. umfar er avgreitt. Tað kann staðfestast aftaná trygga 2-0 sigurin hjá KÍ á Skála undir Mýruhjalla á Skála í kvøld. Bæði málini hjá KÍ komu í fyrra hálvleiki.

Um málini skrivaði Jòannes Hansen á in.fo fyrr í kvøld: - KÍ legði seg beinanvegin á odda. Innleggið var úr høgru, og aftanfyri handara stólpa fekk Patrik Johannesen náðir at temja bóltin, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin sang í nettakinum. Jóannes Kalsø Danielsen átti innleggið, og Torbjørn Grytten snittaði bóltin víðari til Patrik Johannesen.

Málið bar við sær, at tað gekk fyri seg eftir treytunum hjá KÍ, sum í góða løtu hevði tak á. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fótaði Skála sær, og tá hevði heimaliðið eina løtu betri tak á bóltinum, og tá gekk nógv fyri seg á KÍ hálvuni.

Sjey minuttir undan steðginum misti Skála í uppspælinum. KÍ fangaði bóltin mitt á miðjuni, og tað varð gjørt skjótt av. Torbjørn Grytten legði við flatari sending bóltin fram millum miðverjarnar, og har var Jóannes Bjartalíð runnin fram úr høgru. Hann sneiddi seg leysan í brotsteiginum, áðrenn hann flatt sendi bóltin framvið Karsteni Joensen og í málið, og so var 2-0 til klaksvíkingar.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Petur Asbjørn Lervig segði frá báðum málunum og dystarendanum. Svenn Ó. Olsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

2) Hoyr Svenn Ó. Olsen taka samanum dystin. Svenn heldur, at um KÍ ikki er heilt frammi í oddinum við kappingarenda, so er tað tí teir sjálvir tveita tað burtur. Svenn heldur, at liðið hjá KÍ er ógvuliga væl fyri.

3) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen, ið umframt ein góðan sigur og eitt gott liðavrik eisini kann fegnast um, at Torbjørn Grytten stóð seg væl í kvøld. Nú vónar Mikkjal Thomassen, at málslúkurin, Páll Klettskarð kemur aftur til KÍ í summarsteðginum aftaná eitt kappingarár í Italia.

HER ber til at hoyra samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein. 

Betrideildin:
1.13 dystir102133:1032 stig
2.NSÍ1291233:1228
3.B361290321:1227
4.Víkingur1282225:1526
5.HB1263325:1621
6.Skála1350815:1615
7.TB 1233611:2412
8.EB/Streymur1221915:327
9.ÍF1211109:294
10.AB 12111014:354

(Hoyr málini, samanumtøku og samrøðu við Mikkjal Thomassen)