##med2##
- Hetta er eitt gott pettið av søgu hjá KÍ. Orðini eigur ein fegin høvuðsvenjari hjá KÍ aftaná 0-0 javnleikin móti Ritarai úr Litava á Toftum fyrr í kvøld, tá teir megnaði 0-0 móti litaviska Ritarai í Europa League undankappingini. Dysturin í Litava endaði 1-1, og tí vinnur KÍ seg víðari við útivallarmálinum hjá liðskiparanum, Jákupi B. Biskopstø.
Hetta er fyrstu ferð KÍ vinnur seg víðari frá tveimum umførum í evropeiskari kapping.
- Vit spæla ein ógvuliga flottan dyst, slær Mikkjal Thomassen fast í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal á FM1. Mikkjal Thomassen fegnast um hvussu væl fyri KÍ-spælararnir vóru kropsliga til hesa uppgávuna, og hann heldur ikki, at Ritarai vóru so vandamiklir.
- Tað verður nakað heilt serligt at møta einum liði, ið hevur eina fíggjarætlan uppá 100 miljónir krónur sigur Mikkjal Thomassen um uppgávuna móti FC Luzern úr Sveis í komandi umfari. KÍ fer ikki at leggja seg uttan ein harðan dyst, undirstrikar Mikkjal Thomassen.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná dystin.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen aftaná søguliga dystin hjá KÍ.
HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum seinastu minuttunum av tí søguliga dystinum. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.