Mikkjal: FM er langt burtur

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná javnleik 1-1 ímóti Víkingi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge á FM1 av málinum Predrag Pecuca skoraði fyri KÍ tá 16 minuttir vóru farnir, tá KÍ og Víkingur spældu javnleik 1-1 norðuri í Klaksvík í kvøld.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen aftaná dystin.

 

Mikkjal Thomassen heldur, at tað er eitt "long shot" hjá KÍ at fara eftir FM-gullinum nú tá KÍ kann verða 10 stig aftanfyri HB í morgin, um HB vinnur á AB á heimavølli.

 

Mikkjal Thomassen heldur, at í mun til spæl og málmøguleikar var javnleikur ímóti Víkingi á góðari leið. Á plusssíðuni fegnast Mikkjal Thomassen um, at ungu spælararnir hjá KÍ standa seg væl. 

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen.