Mikkjal: Hetta er stuttligt fyri føroyskan fótbólt (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ seta orð á ótrúliga úrslitið hjá KÍ á Tórsvølli í kvøld

##med2##

Norðoyggjar og allar Fótbólts-Føroyar eru ikki lidnar at hátíðarhalda ótrúliga 6-1 sigurin hjá KÍ á Dinamo Tblisi, ið merkir, at KÍ á útivølli 1. oktober skal spæla Play Off dyst móti írska liðnum, Dundalk um rættin at koma í Europa League bólkaspælið.

- Hetta er ótrúliga stuttligt fyri føroyskan fótbólt. Orðini eigur høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen.

Mikkjal Thomassen heldur, at burtursæð frá teimum seinastu átta minuttunum í fyrra hálvleiki hevði KÍ tamarhald á støðuni.

- Tað er onkursvegna friður yvir, at ein hevur avrikað so væl, sigur ein glaður og fattur Mikkjal Thomassen.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1 gjørdi við Mikkjal Thomassen aftaná minniliga 6-1 stórsigurin á Dinamo Tblisi. 

(KÍ víðari til Europa League Play Off: Mikkjal Thomassen)