Mikkjal hevur tað fínt við at gevast eftir 30 ár í politikki

Mikkjal Sørensen hevur verið borgarstjóri í Porkeri í 12 ár, men hevur valt ikki at stilla uppaftur til kommunuvalið 2020.

Hann heldur, at tíðin er komin, at onnur taka við.

Vit kenna eisini Mikkjal Sørensen sum løgtingsmann.

- Eg havi verið virkin við so at siga øll val síðstu 30 árini. Kanka okkurt fólkatingsval er farið ímillum. Men eg havi tað fínt við, at eg nú havi valt at fara úr borgarstjórasessinum. Tíðin er komin, at onnur taka við, sigur Mikkjal Sørensen, sum sigur seg vera spentan at síggja, hvør nýggi borgarstjórin í Porkeri verður.