Mikkjal møguliga til Lillestrøm ella Frederikstad

Ítróttarmiðlamaður hjá norska TV2 metir um framtíðar starvsmøguleikarnar hjá Mikkjali Thomassen í Noregi

In.fo setti seg í kvøld í samband við ítróttarmiðlamannin hjá norska TV2, Are J. Heiseldal fyri at fáa hann at meta um hvar í Noregi, Mikkjal Thomassen kann enda, sum høvuðsvenjari.

 

- Tað einasta liðið, sum í verandi løtu leitar eftir einum venjara er Lillestrøm, sum slapp sær av við íslendska høvuðsvenjaran, Rúnar Kristinsson fyrr í heyst. Núverandi venjarin, Arne Erlandsen er bara ein fyribils loysn. Frederikstad leitar eisini eftir einum venjara. Frederikstad hevur endað samstarvið við Mons Ivar Mjelde. Frederikstad er eitt søguligt felag í norskum høpi. Kongsvinger, sum skal spæla steypafinalu ímóti Rosenborg hevur ein portugisiskan venjara, sum hevur givið teimum úrslit, men sum samstundis er strævin at arbeiða saman við hjá spælarunum. Luis Pimenta skal til samráðingar við Kongsvinger aftaná steypafinaluna, men um hann hevur fingið tilboð aðrastaðni, so skal Kongsvinger hava ein nýggjan venjara, sigur Are J. Heiseldal við in.fo, sum heldur Kongsvinger verða ein triðja møguligan starvsmøguleika hjá Mikkjali Thomassen.

 

Kongsvinger og Frederikstad spæla í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. Lillestrøm spælir í tippuliguni.