Meðan lagi var upp á tað besta nakað eftir miðnátt í matartjaldinum á keiini, kom ein hópur av fegnum monnum inn í tjaldið.
Tað vísti seg skjótt, at talan var um eitt sonevnd polterabend party, og onkur í hópinum visti at siga, at tað var Mikkjal Helmsdal, sum komandi vikuskifti skal giftast Dagmar Clothier.
Og komandi gómurin er góður við sína komandi hústrú, tí hann stýrdi beint yvir til Terja Rasmussen, og eftir at teir báðir høvdu tutlast eina løtu, ljómaðu tónarnir til Annies Song, og Mikkjal sang so rørandi: You fill up my senses...
Hetta er ein sera rørandi kærleikssangur hjá John Denver, og tjaldið kókaði hesa løtuna.
Polterabend bólkurin var komin til Nólsoyar fyr rum kvøldið við skjóttgangandi gummibáti, og fór eftir framførsluna hjá Mikkjali inn aftur til Havnar.
Men í hvussu er ein ørvísi og sera hugnalig byrjan upp á ovastevnuna