Í samrøðu við norska TV2 sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, at hann trívist væl í KÍ í hesum døgum. Hann hevur ikki skund at royna nakað uttanlands, og at talan skal ikki verða um eina stuttfreistaða uppgávu.
- Eg eri 44 ár og havi verið venjari í bestu deildini í Føroyum í tíggju ár. Eg eri tann venjarin, sum hevur sitið longst í søguni hjá felagnum. Eg eri ikki ein stuttfreistað loysn. Tað haldi eg er óáhugavert. Skal tú gera nakað væl her í lívinum, so tekur tað tíð. Eg eri ikki til her og nú loysnir, sigur Mikkjal Thomassen við TV2.no.
Mikkjal Thomassen hevði í vetur eitt tilboð frá Øygarden í næstbestu deildini í Norra, men valdi at takka hann. Hann hevur ikki skund at fara úr KÍ.
- Eg arbeiði saman við fantastiskum fólkum. Tað snýr seg um framgongd og menning. Eg havi eitt fantastiskt arbeiði, sigur venjarin hjá KÍ, sum tó ikki væntar at fáa nakað tilboð úr teimum stóru londunum.
- Tað er ein avmarking at koma úr einum landi sum Føroyum, og tí er tað ósannlíkt at fáa tilboð úr teimum stóru deildunum í Evropa. Eitt stig fyri meg kundi verið at komið til Íslands, Norra ella Danmark. Gert tú tað gott, so kanst tú taka enn eitt stig, men tað er órealistiskt at hava ambitiónir um at koma til stóru deildirnar, sigur Mikkjal Thomassen.
Mikkjal Thomassen sigur eisini í samrøðuni, at hann hevur vitjað 28 feløg kring Evropa fyri at læra meir. Eitt nú Ajax, Basel, Wolves og norska Bodø/Glimt.