Mikkjal Thomassen givin í Frederikstad

Hann hevur fingið nýtt starv. Hvar hann skal verða venjari, er ikki alment enn.

Í 2022 fór Mikkjal Thomassen úr KÍ og til norska felagið Frederikstad FK sum venjari.

 

Tað hevur gingið sera væl hjá norska liðnum, og teir fluttu upp í bestu deildina í fjør. Eisini hevur gingið væl í ár í bestu deildini.

 

Men vælumtókti venjarin skal ikki longur standa á odda fyri Frederikstad.

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Frederikstad FK nú.

 

– Takk fyri reisuna, álitið og kærleikan. Eg eri tykkum óendaliga takksamur. Fylg dreyminum, sigur Mikkjal Thomassen har. 

 

Sambært svenskum miðlum hevur Mikkjal Thomassen fingið nýtt venjarastarv. Enn er ikki váttað, hvørjum felagið tað skal vera í, men svenska stórfelagið AIK verður nevnt.