Mikkjal Thomassen hevur lokið UEFA PRO-lisens útbúgvingina í Norra. Hann er ein av bara trimum føroyskum venjarum, sum hava útbúgvingina. Hinir báðir eru fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, og fyrrverandi U21-landsliðsvenjarin, Bill M. Jacobsen.
Mikkjal Thomassen førdi í ár KÍ til fyrsta meistaraheitið í 20 ár. Í 2016 vann hann eisini steypakappingina. Tað er ikki møguligt at taka UEFA PRO-lisens í Føroyum og Íslandi, men norska fótbóltssambandið fegnast um føroyska og íslendska luttøku í norsku UEFA PRO-lisens útbúgvingini.
18 venjarar hava lokið UEFA PRO-lisens útbúgvingina í hesum døgum. Millum teirra er Øyvind Leonhardsen, sum eitt skifti um aldarskiftið spældi í Liverpool. Eisini er fyrrverandi HB-venjarin, Kristjan Gudmundsen, á listanum.
Teir 18 eru:
Børje Sørensen
Håkon Grøttland
Kenneth Dokken
Kjetil Knutsen
Kristjan Gudmundsen
Mikkjal Thomassen
Oli Stefan Floventsson
Alexander Straus
Thomas Dahle
Vanja Stefanovic
Jørgen Isnes
Tarjei Smågesjø
Haakon Lunov
Amund Skiri
Bjarte Lunde Aarsheim
Arild Sundgot
Lars Petter Andressen
Øyvind Leonhardsen