Mikkjal: Vit spældu fullkomuliga uttan ótta (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen í samrøðu við Trónd Arge seta orð á FM-gullið

##med2##

Hjá høvuðsvenjaranum hjá KÍ, Mikkjal Thomassen er eingin ivi, FM-gullið er størsta hæddarpunktið higartil tey fimm árini hann hevur verið høvuðsvenjari hjá KÍ.

Mikkjal Thomassen er sera fegin um at kunna gleða teimum mongu KÍ-fjepparunum, bæði innanlands og uttanlands við einum FM-gulli, ið mongu fjeppararnir hava longst eftir í 20 ár.

Men Mikkjal heldur, at KÍ og føroyskur fótbóltur kann gera tað enn betur, og hann ætlar at seta yvirleggjaran enn hægri við sínum ambisjónum fyri KÍ.

- Eg havi tað gott, eg eri næstan saligur. Fyrst og fremst er talan um eitt ótrúliga flott avrik. Vit spæla upp til okkara fulla potentialið. Vit spæla uttan ótta, og vit spæla álopsfótbólt á høgum pressspæli, og vit fáa sett okkum á bóltin tær løturnar vit vilja. Vit fingu eisini strekt liðið hjá B36, staðfestir ein fegin Mikkjal Thomassen. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge, reportari hjá FM1 hevði við Mikkjal Thomassen aftaná steypahandanina.

 ##ms##

(Samrøðan Tróndur Arge hevði við Mikkjal Thomassen aftaná steypahandanina)