Mikrofonir verða sløktar so hvørt undir næsta forsetakjaki

Tá Trump og Biden hittast til seinna kjakið hósdagin, kunnu teir tosað út í eitt í tveir minuttir til hvørt evnið.

Kjaknevndin fyri Forsetakjak (CPD) í USA hevur gjørt nýggjar reglar, sum merkja, at mikrofonirnar hjá Donlad Trump og Joe Biden verða sløktar, meðan mótparturin tosar í innleiðandi viðmerkingunum.

Tað skrivar tíðindastovan Ap

Nýggju reglarnar geva valevnunum tveir minuttir talutíð út í eitt til hvørt evni í kjakinum, sum verður í 90 minuttir. Nevndin vil ikki avbróta mikrofonirnar undir opna kjakinum, sum kemur aftaná,  eftir fyrstu gveir minuttirnar í hvørjum umfari.

Republikanski forsetin Donald Trum og demokratiski avbjóðari hansara, Joe Biden, hittast stil seinna kjaki fríggjanáttina. Kjakið verður í Nashville, Tennessee.

Boðini frá óheftu nevndini koma tríggjar vikur eftir kaotiska fyrra kjakið millum tey bæði valevnini, har tað vóru nógvar avbrótingar frá báðum pørtum.

Nevndin hevur verið undir trýsti frá Trump leguni fyri at sleppa undan at broyta reglarnar, meðan Biden og hansara fólk hava ynskt eitt betri skipað kjak.

Í dini fráboðan sigur nevndin, at hon »hevur samtykt, at tað er hóskandi fyriskipan, sum hava til endamáls at halda avtalaðar reglur«.

– Hvørgin parturin er heilt nøgdur við nýggju tiltøkini, sum eru fráboðað í dag.

– Men vit eru nøgd við, at hesi tiltøk skapa røttu javnvágina og eru tað, sum fólkið vil – tað eru teimum, sum kjakið verður hildið fyri, stendur í fráboðanini frá nevndini sambært Reuters.

Trump-legan upplýsir í frá, at Trump er til reiðar til kjakið hóast broytingar í síðstu løtu. Biden-legan hevur ikki latið við seg koma um broytingarnar enn.

Kjakið í Rtennessee skuldi verið tað triðja, men annað kjakið varð avlýst í kjalarvørinum ´, at Donald Trump varð staðfestur positivur fyri ovid-19.

/ritzau/