Mikukvøldið sigur FM1 frá VÍF-H71 (Okkara)

(FM1) Sjúrður H. Hoydal sigur frá sera avgerandi dystunum í kapprenningini at røkka FM-hálvfinalunum

Tað er ein hørð kapprenning millum Neistan, VÍF, KÍF og StÍF um at fylgja H71 í FM-hálvfinalurnar í Okkaradeildini.

Ein sera týðandi dystur í hesari kapprenningini verður spældur í Vestmanna í annaðkvøld, har VÍF tekur móti greiða oddaliðnum, H71.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum VÍF og H71 á FM1.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 er FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

Samrøður við umboð fyri VÍF og H71 koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 H71144033277624
 NEISTIN154053634218
 VÍF154173882918
 KÍF153933613217
 STÍF15417426-917
 KYNDIL14358377-198
 TEAM KLAKSVÍK14288439-1510