Milliónir hómast í havsbrúnni

Um tað gongur upp í hægri eind, so kann KÍ vinna 1,5 milliónir og pláss í europeisku kappingini

Fyri trimum árum síðani eydnaðist tað KÍ at vinna fjórða plássið. Tá bar tað ikki altjóða luttøku við sær. Bæði HB og KÍ endaðu við 45 stigum. Málmunurin hjá HB var +22, og hjá KÍ var hann +15. HB fór avstað við triðja plássinum og europeiska atgongumerkinum, og KÍ stóð eftir við ongum.

Síðani hevur KÍ longst eftir altjóða luttøkuni og europeisku milliónunum. Higartil í ár hevur fjórða plássið, sum hesaferð ber altjóða atgongumerkið við sær, fleiri ferðir verið tætt við, men klaksvíkingar hava ikki tikið av, tá ið møguleikin hevur verið har.

Tað er framvegis møguleiki at vinna fjórða plássið og 1,5 milliónir krónur frá UEFA. Fyrsta treytin er, at KÍ seinnapartin vinnur á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í sjeynda umfari vann KÍ 4-0 á EB/Streymi í Klaksvík. KÍ klossaði illa í tí, tá ið EB/Streymur 27. juli átti heimavøll á Skála. At 4-1 KÍ leiðsla varð vend til 4-4 úrslit ber við sær, at KÍ nú er á fimta og ikki á fjórða plássi, og at KÍ møguleikin at kvalifisera seg til eurpeisku kappingina er treytaður av sigri á EB/Streymi og av, at FC Suðuroy vinnur í Gundadali ímóti HB.

Sunnudagin tók KÍ ikki av, tá ið tað endaði við 4-1 tapi í Runavík:

-Tað ørkymlar okkum, at vit ikki megna at taka av, tá ið møguleikin at lyfta okkum fram á fjórða plássið aftur og aftur er har. Nú hava vit síðsta møguleikan, og vit fara heilt víst at gera okkara. So fæst at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen.

 

Tað er ivasamt, um Sørmundur Kalsø, Ísak Simonsen og Heðin Klakstein orsaka av skaðum verða førir fyri at spæla.

Tað er greitt, at Ndende, sum tvey tey seinastu árini hevur verið í Klaksvík, og sum hevur spælt allar dystirnar í ár, næsta ikki verður í KÍ næsta kappingarár. Tað er nógv, sum bendir á, at Kenan Hajdarevic í dag fer at umboða KÍ fyri síðstu ferð.

              

Eliesar Olsen og hansara menn í EB/Streymi eru avkláraðir við støðuna, sum er, at teir næsta kappingarár skulu vinna seg upp aftur úr næstbestu deildini. Ímóti TB eydnaðist tað at vinna eitt stig, og fyri stuttum vísti EB/Streymur við 2-1 heimasigri á Víkingi, at tað ber niðurfluttum liði til at arga tey, sum eru væl hægri á støðutalvuni.

Tóki Johannesen er skaddur, og tað er ivasamt, um vongverjin í vinstru, Jóhannes Hansen, orsaka av skaða verður førur fyri at spæla ídag.

 

Mynd: www.nordlysid.fo