Heimshandilsstovnurin, WTO, metir, at koronakreppan fer at hava so ógvisligar avleiðingar fyri altjóða handil, at minkingin verður ógvisliga enn undir kreppuni í 2008.
Nýggjastu forsagnirnar hjá WTO siga, at fallið í altjóða handli verður millum 13 og 32 prosent, og at orsøkin til stóru óvissuna í forsøgnunum er, at koronakreppan ger tað torført at koma við góðum metingum um altjóða handil.
Um illa stendur til, og altjóða handil minkar við 32 prosentum, verður skrædlið í altjóða handlinum á sama støði sum undir kreppuni í 30'num. WTO metir kortini ikki, at niðurgangstíðirnar í handlinum verða eins langar, og talan skal síggjast sum eina fyribils minking í altjóða handli.
Um væl stendur til, sambært WTO, so verður afturgongd á 13 prosent í altjóða handli í fyrru árshálvu í 2020, áðrenn vøkstur kemur í aftur um heystið, og handilin endar á næstan sama støði sum frammanundan.