Seint í juni læt heimsins vakrasta pisshús upp ? í Sandágerði í Havn. Nógv fólk leita í Sandágerð góðveðursdagar, ikki minst børn, men í seinastuni hava fleiri klagað um, at pisshúsið er stongt. Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, váttar, at húsið ikki altíð er opið, men leggur afturat, at nú er ein fyribils loysn funnin. Húsavørðirnir hjá býráðnum hava fingið til uppgávu at lata upp og aftur, og dagstovnarnir í kommununi hava lykil til húsið.
- Arbeitt verður við eini endaligari loysn, har tað verður fastlagt, nær húsið er opið, men tann skipanin er ikki klár at seta í verk enn. Hevur veðrið verið ringt hevur onkuntíð verið stongt, sigur Marius Müller á byggi- og býarskipanardeildini hjá býráðnum.
Sum er verður latið upp kl. 9 á morgni og aftur kl. 17 á kvøldi hvønn dag. Er veðrið gott er longri opið. Í pisshúsinum eru umframt wc til kvinnur og menn skiftirúm til børn og møguleikar hjá dagstovnum at goyma viðføri.
Tað er Gunnar Hoydal, fyrrverandi býararkitektur í Havn, sum hevur teknað pisshúsið. Maersk læt um 800.000 kr. til økið í Sandágerði, har av stórur partur fór til at byggja pisshúsið.